Sam søkti Skála

Skála verður ikki partur av Formuladeildini í 2009. Sam Jacobsen skoraði til 2-1 fyri Víking miðskeiðis í seinna hálvleiki, og hetta málið var avgerandi fyri dystin, sum Víkingur altso vann.

Skála var annars betra liðið í fyrra hálvleiki, men vóru ikki nóg neyvir frammanfyri málinum. Tað var Víkingur hinvegin, og tískil vunnu teir eisini uppiborið.

Skála ? Víkingur:

1-0: Bogi Gregerssen

1-1: Sjálvmál, Pætur Dam Jacobsen

1-2: Sam Jacobsen, brotsspark