INTERTOTO
Skálamenn fara hósdagin til Finnlands, har teir sunnudagin skulu spæla returdyst í Intertoto. Lítil ella rættari eingin ivi er um, at leikluturin hjá Skála í fyrstu altjóða royndini ikki verður meiri enn tveir dystir.
Hjá skálamonnum gekk tað, sum tað hevur gjørt nógv tær flestu ferðirnar, at føroysk feløg hava roynt seg í altjóða fótbólti. Teir taptu 2-0, og málini vórðu í báðum førum skorað, eftir at skálamenn høvdu gjørt mistøk.
Í fyrra førinum mistu heimamenninir í uppspæli mitt á og aftanfyri miðstrikuna. Innskifti Antti Hynynen fekk stungið fram eftir miðásinum, hann fór framvið málverjanum, sum kendi seg noyddan at leypa út og trillaði bóltin í tóma málið. So var torført at ímynda sær, at lív skuldi haldast í dreyminum hjá Skála um at spæla seg í næsta umfarið.
Í næsta álopinum var aftur galið, men heimaliðið slapp við skrekkin. Eftir fína diagonalsending úr høgru, gjørdist Henri Scheweleff púra leysur í vinstru. Hann setti framvið málverjanum, men bólturin brast í handaru stólparótina.
Tampere helt fram eina løtu afturat við leikferðini, sum teir eftir steðgin høvdu sett eitt sindur upp, og miðskeiðis í 2.hálvleiki hvarv spenningurin. Eftir langa framlegging úr høgru og eitt sindur til vinstru í brotsteiginum varð stútaði upp á tvørs, og har var Antti Hynynen púra leysur, tá ið hann skumpaði bóltin síðsta meturin inn um strikuna.
Harvið varð innskifti níggjarin stóri maðurin. Hann var beinanvegin eftir steðgin settur á vøllin fyri Velibor Kupunovic. Fyrrverandi VB toppskjúttin var í 1. hálvleiki miðframherji, men tað var stórur munur á úrtøkuni hjá honum og so henni, sum tann hjá avloysaranum.
Ov lítil tyngd
Uppbakninginum hjá Skála bilti einki. Stórur partur av fólkinum vestaru megin fjørðin vóru á Svangaskarði, og tey stuðlaðu sínum væl og virðiliga.
Á vøllinum vóru heimamenninir púra nervaleysir. Hugburðurin var góður, og teir løgdu tað í, sum teir orkaðu. Í 1. hálvleiki var tað nóg mikið til at geva gestunum dygga mótstøðu. Pauli G. Hansen og serliga Nenad, sum saman við Iulian Florescu var tann á heimaliðnum, sum hevði best tak á, myndaðu ikki so lítið av samanhangandi spæli. Í álopsspælinum var tyngdin ov lítil á síðsta fjórðinginum á vøllinum, men Skála megnaði at halda mótstøðumonnunum burturi frá møguleikum.
Skálamenn høvdu ikki sjálvir so nógvar møguleikar. Tað vil við øðrum orðum siga, at í 1. hálvleiki vóru rættuliga fáir møguleikar. Skála hevði tvey hornaspørk, og mótstøðumenninir høvdu einki.
Finska liðið tóktist ikki hvat bóltførleika og taktiskari tilvitan at vera nakað stinnari enn Skála. Men sum 2. hálvleikur leið, og teir høvdu fingið tvey mál, so kundi tað sæð út til, at teir vóru kropsliga sterkari og meiri kendir við at spæla tættar uppgerðir á grasi. Einasti rætti møguleikin hjá Skála var, tá ið innskifti Sveinur Justinussen fýra minuttir undan leikloki og eftir innlegg úr vinstru úr 15 metrum smekkaði til, men bólturin fór omanfyri málið.
Søgan
Skálamenn gera væl í at fokusera á stóru avbjóðingina í Gundadali í annaðkvøld. Hósdagin fara teir til Finnlands, har teir skulu spæla sunnudagin. Hugburðurin hjá skálamonnum tykist góður, og tað er at vóna, at teir fara at megna betri avrik og úrslit, enn føroysk feløg áður hava megnað í Finnlandi.
Eftirrákin av leygarkvøldinum á Svangaskarði er tann, at tað verður ikki ofta, at fyritreytirnar at fáa stig og kanska at vinna verða betri, enn tær vóru tá ið ikki serliga sannførandi finska liðið vitjaði Skála. Í hesum var søgan, sum hon hevur verið tey trettan undanfarnu árini, sum føroysk feløg hava luttikið í europeisku kappingunum.