UEFA-Cup
UEFA-Cup ævintýrið hjá FCK er av á hesum sinni. Hetta varð staðfest á einum fullsettum Westfalen Stadion í Dortmund týskvøldið, tá heimaliðið vann seinna dystin móti FCK við einum máli móti ongum.
Hetta var eisini úrslitið í fyrra dystinum, og eins og ta ferðina var tað eitt mál í seinastu minuttuunm, sum gjørdi av við donsku meistararnar.
Høvdu tak á
Orsakað av tapinum á heimavølli, so vistui FCK, at teir í øllum førum máttu hava mál, um teir skuldu koma víðari. Frá fyrsta bríksli royndu teir eisini at leggja trýst á, og tað var eisini heilt nær við, at okkurt spurdist burturúr.
Í fyrra hálvleiki átti Thomas Røll størsta møguleikan, tá hann eftir uppspæl frá Sibusiso Zuma smekkaði til á stongina, og í seinna hálvleiki noyddist týskur verjuleikari at bjarga á sjálvari málstrikuni, eftir at Heine Fernandez hevði roynt seg.
FCK trýsti helt fram, men sum dysturin leið, so tóktist tað alt meira sannlíkt, at royndirnar ikki skuldu geva úrslit, og beint fyri leiklok slerdi heimaliðið so sigurin fastan.
Í fyrstu atløgu stórbjargaði Magnus Kihlstedt týskari roynd, men bólturin støkk til ein púra leysan Jan Derek Sørensen, sum uttan stórvegis himpr avgjørdi dystin.
Økt kvota
Við tapinum er nú greitt, at europeiska royndin hjá FCK er av á hesum sinni. Hóast teir ivaleyst munnu iðra seg um, at teir ikki megnaðu at avgera teir báðar dystirnar móti Dortmund, so skerst ikki burtur, at avrikið hesaferð hevur verið betri, enn tað vanliga hevur verið hjá donsku liðunum seinnu árini.
FCK hevur í heyst vunnið ein dyst móti Lazio og sligið Ajax Amsterdam úr kappingini, so nøkur stig eru hóast alt komin á kontina hjá donskum liðum, sum annars hevur verið niðurgangandi seinnu árini. Heldur ikki skal gloymast, at Brøndby í kvøld hevur møguleika at økja um stigakvotna, tá teir taka ímóti italska Parma. Fyrri dysturin í Parma endaði við javnleiki, 1-1.
Annars verður danska heystarhálvan rundað av nú sunnudagin, og absolutti stórdysturin hesa ferð verður á Brøndbyu Stadion, har Brøndby og FCK bresta saman. Ein dystur, sum í roynd og veru kann avgera meistaraheitið, um heimaliðið vinnur, men sum hinvegin letur alt standa púrasta opið, um FCK fer avstað við teimum trimum stigunum.