Í gjárkvøldið endaði tað 1-1, tá ið HB og KÍ spældu fyrru hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið í Gundadali. Um tað verður annað ella hitt liðið, sum skal spæla finalu verður avgjørt í seinnu hálvfinaluni, sum verður mikukvøldið 22. mai í Klaksvík.
Í kvøld endaði tað 1-1, tá ið Skála og Víkingur spældu fyrru hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið undir Mýruhjalla á Skála. Um tað verður annað ella hitt liðið, sum skal spæla finalu verður avgjørt í seinnu hálvfinaluni, sum verður hóskvøldið 23. mai í Gøtu.
Jákup Johansen legði eftir stórar tíggju minuttir heimaliðið framum. Víkingarnir gjørdu stórt mistak í høgra verjuborði, Pætur Dam Jacobsen vann bóltin, og fremsti skálamaðurin takkaði fyri, sneiddi seg leysan og sendi umvegis stólpan bóltin í málið.
Eitt korter eftir steðgin javnaði Sølvi Vatnhamar, tá ið hann við fínum frísparki sendi bóltin í málið.
Skála var meiri á bóltinum, og í longum løtum vístu skálamenn stórt hugflog í samanspælinum, og teir fluttu seg sera nógv bæði í álopsspælinum og verjuspælinum.
Víkingarnir eiga nógvar royndir í steypakappingini, og teir dugdu væl at gera sær dælt av royndunum.
At Víkingur megnaði 1-1 á útivølli ber við sær, at Víkingur er lítil favorittur undan seinnu hálvfinaluni, men tað er einki at tosa um.
Skála – Víkingur 1-1 (1-0)
Fyrra hálvfinala í kappingini um løgmanssteypið
1-0: Jákup Johansen 12.
1-1: Sølvi Vatnhamar 60.
Dómari: Dagfinn Forná
Skála: Karstin Hansen – Ari Olsen, Jákup Jakobsen, Fróði Benjaminsen, Teitur R. Joensen – Haraldur R. Højgaard, Ólavur Mikkelsen (Erland Berg Danielsen, 75.) – Ronni Møller-Iversen, Pætur Dam Jacobsen, Heðin Klakstein (Dávid Johansen, 88.) – Jákup Johansen
Gult kort: Jákup Johansen, Ronni Møller-Iversen, Heðin Klakstein, Fróði Benjaminsen, Ólavur Mikkelsen
Víkingur: Elias Rasmussen – Elias Lervig, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Hanus Jacobsen – Dion B. Splidt (Arnbjørn Svensson, 46.), Heðin Hansen (Bergur Gregersen, 85.), Gunnar Vatnhamar, Philip Djordjevic – Sølvi Vatnhamar, Andreas Lava Olsen (Jákup Vatnhamar Olsen, 85.)
Gult kort: Vukasin Tomic, Philip Djordjevic