Formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, fegnast um , at Javnaðarflokkurin hevur sett sær nýggj mið á sjálvsstýrisleið. Í farnu viku kom eitt skriv frá Javnaðarflokkinum um at flokkurin ynskir eina breiða tjóðaskaparliga semju á sjálvstýrismálum.
Javnaðarflokkurin rør frammundir, at Heimastýrislógin er ikki longur nøktandi, og skipanin átti at verið skift út við ein sonevndan sjálvstýrissáttmála millum Føroyar og Danmark. Høgni Hoydal, ið meir enn nakar annar hevur gingið undan í fullveldismálinum, heldur, at skrivið hjá Javnaðarflokkinum er eitt stórt framstig, tí higartil hevur verið torført at funnið eina semju við Javnaðarflokkin um sjálvstýrismálið, men møguliga eru glottar fyri framman.
Sama ætlan
Høgni Hoydal heldur kortini ikki, at ætlanin hjá Javnaðarflokkinum kann fremjast í verki.
? Ætlanin hjá Javnaðarflokkinum er ikki annað enn uppskotið, vit samráddust við danir um í 2000. Vit tosaðu eisini um ein frælsan felagsskap við tveimum javnbjóðis pørtum, men tað eydnaðist ikki at finna nakra semju við donsku myndugleikarnar, og tí haldi eg, at tað vildi verið órealistiskt, at danir høvdu góðtikið somu ætlan í dag, sigur Høgni Hoydal
Høgni Hoydal, sum í løtuni er staddur í Íslandi, har hann luttekur á einari KT-stevnu, sigur, at tað er ein sannroynd, at ætlanin frá 2000 ikki bar á mál, og tí var neyðugt, at samgongan vendi tilgongdin í sjálvstýrismálinum.
Hann vísir á, at danir ikki eru áhugaðir í, at føroyingar fáa fullveldið, og tískil valdi samgongan at leggja seg eftir at fáa praktisku forðingarnar av vegnum. Her sipar formaðurin í Tjóðveldisflokkinum til, at blokkstuðulin er minkaður við einum triðingi í ár og at samgongan arbeiðir í løtuni við at tøma Heimastýrislógina, sum hann málberð seg.
Ansa okkum
Høgni Hoydal hevur javnan víst, at tað er ómetaliga týdningarmikið, at føroyingar ikki binda seg til nakran sáttmála við danir, har tað endaliga verður staðfest, at vit ikki hava fullveldi, tí tað kann hava ræðandi avleiðingar við sær. Ætlanin hjá Javnaðarflokkinum fevnir um, at Danmark og Føroyar gera ein sjálvsstýrissáttmála, ið skal fráboðast í ST.
? Vit mugu fyri alt ikki binda okkum í ein sáttmála, at vit ikki hava fullveldi , tí so verður enn torførari at røkka á mál í sjálvstýrismálum. Vit hava eisini ásannað, at ST er ikki til at spæla við( Norðuratlantsbólkurin verið í New York herfyri, blðm), greiðir løgmálaráðharrin frá.
Breiða semjan
Spurdur, um møguleikin fyri breiðu semjuni um sjálvstýrismálið er betraður, nú Javnaðarflokkurin hevur flutt seg í málinum, svarar Høgni, at samgongan sjálvsagt er áhugað í at fáa so breiða semju sum gjørligt um sjálvsstýrismálið.
-Vit høvdu fleiri fundir við Javnaðarflokkin í 2000 um ein semju, áðrenn vit fóru til samráðingar við danir, men eingin varð funnin. Núverandi arbeiðið í grundlógarnevndini er ein goður møguleiki fyri at finna eina senju millum samgonguna og andstøðuna um tað ríkisrættarliga, og tað vóna vit sjálvsagt hendir, sigur Høgni Hoydal at enda.