Ken Livingstone, fyrrverandi borgarstjóri í London, er so illur inn á eftirmann sín, Boris Johnson, at hann hevur samanborið hann við Adolf Hitler. Samstundis samanbar hann seg sjálvan við Winston Churchill.
Blaðið London Evening Standard endurgevur Ken Livingstone fyri at hava sagt, at skuldu London-búgvar valt ímillum seg og Boris Johnson, hevði tað verið sum at valt ímillum tað góða og tað ónda.
Ken Livingstone, sum er borgarstjóravalevni hjá arbeiðaraflokkinum, segði, at tey, sum ikki velja seg á næsta vali, verða vigað og mett á dómadegi, og at eingilin Gabriel fer at kunngera teimum, at tey hava ikki valt rætt og tí eru dømd at brenna í Helviti.
Nógvir konservativir politikarar hava fordømt orðalagið hjá Ken Livingstone. Talsmaður hansara sigur, at samanberingin við Hitler var ætlað sum skemt.