Samanbrestir í Jordan

Mótmælisfólk og løgreglumenn brustu saman í fleiri jordanskum býum aftan á fríggjadagsbønina í dag. Í høvuðsstaðnum Amman vóru meiri enn 1.000 fólk í miðbýnum, har tey kravdu, at forsætisráðharrin verður koyrdur til hús, og at tjóðartingið verður upployst.

Í býnum Zarqa har norðuri í landinum var eisini ófriður, men har vóru tað víðgongdir muslimar, sum gingu kravgongu og kravdu, at fleiri islamskir fangar verða latnir leysir út jordanskum fongslum.

Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at teir víðgongdu muslimarnir lupu á løgregluna, og at seks løgreglumenn og 34 mótmælisfólk vórðu særd í samanbrestunum.