Í ár er tað fimtu ferð, at Sarita hevur verið við til at fyriskipa regattaina. Men einans á øðrum sinni stendur hon sum høvuðsfyriskipari.
- Fyrireikingarnar hava gingið øgiliga væl. Vit hava á leið eins nógvar bátar í ár sum í fjør tilmeldaðar, og er tað umleið 70 bátar, sigur Sarita, ið tó viðmerkir, at fleiri leggjast aftrat fylginum, sum bátarnir stima suðureftir.
- Eg vildi mett, at einir 15 til 20 bátar leggjast aftrat, so tá vit koma til Hósvíkar í kvøld, verða vit einir hundrað bátar.
Endamálið við regattaini er fyrst og fremst samanhald.
- Hósvíkar Róðrarfelag skipar fyri regattini, og endamálið er at skapa samanhald millum bátafólk í Føroyum. Somuleiðis ynskja vit at skapa eitt sindur av bygdalívi.
- Fyrst sigla vit í einar tríggjar tímar suðureftir av Eiði til Hósvíkar. Har plagar at vera hugni og sangur í einstøku bátunum, og síðani verður tað døgurði og tónleikur seinni í Hósvík í kvøld, sigur Sarita at enda.
Regattain heldur fram í morgin, tá bátarnir fara at stima til Nólsoyar.