ÆTLANIN er nú at leggja saman Kollafjarðar Kommunu við Tórshavnar Kommunu. Hetta má sigast at vera ein sera áhugaverd roynd, nú so nógvar røddir eru frammi um at fáa lagt saman fleiri av kommununum í landinum, soleiðis at vit fáa færri og størri eindir.
TAÐ er ikki so langt síðani, at Argja kommuna varð løgd saman við Tórshavnar Kommunu. Nú stendur so næsta stóra kommunan og bankar á dyrnar hjá landsins størstu kommunu.
TALAN er um at hava eina fólkaatkvøðu í Kollafirði um samanleggingina, so tað er ilt at meta um her og nú, hvat úrslitið verður. Bygdaráðið í Kollafirði má sigast at vera sera djarvt og at vísa stóra ábyrgd, tá tað torir at fara í holt við nakað so tabukent, sum samanlegging annars hevur verið og er.
TAÐ hevur so sett upp nakrar møguleikar, t.d. at fara saman við komm-ununum norðan fyri ella Havnini ella lata standa til. Ein meiriluti í býráðnum tykist dáma best Havnaloysnina, men nú skal fólkið so tala.
HÓAST bygdirnar og harvið eisini kommunurnar kring landið eru ein av meginlívæðrunum í hesum samfelag, og tær tryggja, at ikki alt verður misavnað, so er tað eisini greitt, at vit hava ov nógvar kommunur. Vit kunnu lættliga leggja nakrar saman uttan at tað kann skaða nakað. Heldur tvørturímóti skal samanlegging styrkja tey einstøku plássini kring landið. Tað skal vera medvirkandi til desentraliseringina, so løgið tað nú kann ljóða.
Í okkara hugaheimi er eingin ivi um, at verður Kollafjørður partur av Tórshavnar kommunu, so fer hetta at gagna Kollafirði. Tað er líkasum, at Havnin hervið sleppur burtur úr tí spennitroyggju, sum hon er í, tá hugsað verður um avmarkaða økið og møguleikarnar her. Nú verður bráddliga møguleiki at troyta eina nátúrhavn av teimum bestu og her kemur so tunnilin sera væl við. Ein kann í dag siga, at langtíðarplanlegging av infrastrukturi og virksemi annars her hava passað saman sum fótur í hosu. Tunnilin ger tað møguligt skjótari og lættari at leggja kommunurnar saman. Ein kann siga, at grundarlagið undir eini samanlegging er longu lagt við tunnlinum.
VÓNANDI spyrst okkurt skilagott burtur úr hesum ætlanum ikki minst kollfirðingum og tí økinum til fyrimunar. Og hvør veit, kanska kann slík samanlegging verða brúkt sum fyrimynd fyri aðrar kommunur í landinum.