Samanlegging
Karsten Hansen heldur, at avgerðin hjá landsstýrismanninum, Bárði Nielsen og sitandi samgongu um at leggja Landsbanka Føroya og Hagstovu Føroya saman er gott.
- Hetta er okkara uppskot, sigur fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin.
Hann vísir á, at á landsstýrisfundi, 9. mai ár 2000, var upprit á skránni um samanlegging av Landsbankanum, Hagstovuni og Búskaparráðnum.
- Eg byrjaði hetta málið við at kunna fólkið á teimum stovnum, sum ætlanin var at leggja saman. Soleiðis vóru fundir bæði við Sigurd Poulsen, stjóra í Landsbankanum og Hermann Oskarsson, stjóra á Hagstovuni.
Karsten sigur, at báðir stjórarnir vóru samdir um, at meira hevði fingist burtur úr við at leggja stovnarnar saman.
Yvirlappa
- Tað er nú einaferð soleiðis, at stovnarnir yvirlappa hvønn annan í ávísum førum, og tá ið ov lítil orka er at arbeiða við í báðum stovnunum, hevði sjálvsagt meira komið burtur úr, um stovnarnir og harvið kunnleikin starvaðist undir sama taki.
Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin sigur, at landsstýrið og stovnsleiðararnir vóru samdir um, at skuldi ein samanlegging fremjast, so skuldi hølistrupulleikin eisini loysast.
- Men landsstýrið samdist ongantíð um, hvussu hølisviðurskiftini hjá samanlagda stovninum skuldu loysast.
Hann vísir á, at hugurin serliga lá til posthúsið á Argjum, men hesum setti Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, seg upp ímóti, tí hann vildi heldur, at floksfelagin og býraðsformaðurin í Havn, Jan Christiansen, skuldi hava bygningin til skúla.
- Hugskotið hjá mær við at hýsa samanlagda stovninum í hesum bygningi var, at so høvdu vit fíggjarliga umhvørvið savnað á einum staði á Argjum.
Karsten Hansen sigur, at málið um samanlegging av hesum báðum stovnum soleiðis steðgaði í hølisviðurskiftunum.
- Jú, mær dámar væl tankan um samanlegging, tí sum er brúka hesir stovnar partvís orku upp á somu metingar um samfelagsgongdina ? og hvørgin stovnurin fær høvið at gera arbeiðið nóg gott. Eg ivist onga løtu í, at úrslitið hevði verið betur, um stovnarnir arbeiddu saman og undir sama hatti, sigur Karsten Hansen, sum fegnast um, at sitandi landsstýrið nú ætlar at fremja hansara uppskot í verki.