Sambýlið bíðar enn

Strendur: Tað gongur ikki altíð, sum eitt bygdaráð ætlar: Bygdaráðið í Sjóvar Kommunu hevði ætlað, at eitt sambýli skuldi standa liðugt um eitt ár ella so, men enn er langt á mál.

Áðrenn ein slík bygging kann fara í gongd mugu øll loyvi verða til taks. Tað eru tey ikki enn, tí bíðað verður framvegis eftir svari úr Heilsumálaráðnum um játtan til eitt sambýli.
Kommunan hevur hagani fingið at vita, at svarið neyvan kemur fyrrenn einaferð í heyst. So enn mugu tey gomlu bara geva tol og bíða eina tíð aftrat.
Tekningarnar eru annars klárar, og sambært hesum skuldi pláss verða fyri 13 búfólkum.