Í morgin verður dystur á Tórsvølli, har Kaj Leo Johannesen, skal royna at halda málið reint ímóti Helge Sander og hinum vinstrafólkunum. Lars Løkke Rasmussen er ikki úttikin.
Jógvan Arge sigur frá. Torbjørn Jacobsen, fyrrverandi fólkatingslimur, hevur floytuna, um hann hevur tørv á henni, og við fløggunum standa Edmund Joensen og Óli Breckmann, fólkatingslimir.
Soleiðis sær út, tá Vinstri og Sambandsflokkurin tørna saman á Tórsvølli klokkan 17 í morgin.
Ikki ber til at siga, hvør er favorittur til dystin. Leggja sambandsmenn seg fyri dønum, ella vil Vinstri takka fyri gestablídni.
Eitt er í hvussu so er heilt víst. Sambandsflokkurin hevur liðið við leikarum, ið hava leikt fleiri landsdystir.