Undir herrópinum »Útvikling – ikki avvikling« fer Sambandsflokkurin til fólkatingsval.
Flokkurin hevur í morgun kunngjørt vallistan, ið telur 13 nbøvn tilsamans, harav fýra eru kvinnur.
Fýra kvinnur av 13 er eitt stig á rættari leið. Vit hava nú um 30% av kvinnuligari umboðan á listanum, og tað er ikki so langt frá teimum 50%, sum vit ftøðugt miða ímóti, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður.
Hann sigur, at tað er eitt javnt og samt stríð at fáa kvinnur at stilla upp, og hann heldur, at flokkurin hesaferð hevur fingið væl burtur úr við at fáa fýra kvinnur á listan.
Vit miða ikki móti nøkrum ávísum tali í kynsbýtinum, og um vit kanska um eitt ella tvey val hava 60% kvinnur á listanum, so góðtaka vit eisini tað. Mest umráðandi er, at nøvnini á listanum eru væl kvalifiserað, og tað kunnu vit av røttum siga, at tað eru tey, sigur Kaj Leo Johannesen.
Umframt tingfólkini – burtursæð frá Marjus Dam, ið ikki er á listanum – og tey trý landsstýrisfólkini, eru Bárður Nielsen, Eivin Jacobsen, Fríðgerð Heinesen og Jóna Mortensen á listanum hjá Sambandsflokkinum hesaferð.
Ein hornasteinur
Føroyingar skulu til komandi fólkatingsval gera av, hvørt vit komandi árini framhaldandi skulu styrkja og menna ríkisfelagsskapin, sigur Sambandsflokkurin í valskrá síni.
Og júst ríkisfelagsskapurin er nakað, sum flokkurin spælir nógv upp á.
Ríkisfelagsskapurin prógvaði sítt virði sum hornasteinur, serliga tá eitt trygdarnet varð spent undir føroyska fíggjarkervið, og kundar og bankar vórðu fíggjarliga tryggjað, sigur flokkurin í valskrá síni.
Sum dømi um tað, ið flokkurin hevur avrikað farna valskeið, verður nevnt sonevndi ríkisfelags frádrátturin, eins og Danmark hevur stuðlað stórum føroyskum verkætlanum. Somuleiðis er ríkisveitingin við til at tryggja føroyska samfelagsbúskapin, sigur Sambandsflokkurin.
Við útgangsstøði í verandi trupulleikum í samfelagsbúskapinum og møguleikum fyri strategiskari menning, heldur Sambandsflokkurin, at eitt tætt samstarv í ríkisfelagsskapinum er viðvirkandi til, at vit koma bæði lættari, skjótari og tryggari úr trupulleikunum og kunnu aftur skapa vøkstur. Tí fer Sambandsflokkurin til val upp á og ætlar at seta fokus á nøkur ítøkilig øki, sum kunnu gagna føroyska samfelagnum munandi komandi árini, eitur tað í valskránni.
Valskráin
• Gera meira brúk av teimum stórrakstrarfyrimunum, sum ein ríkisfelagsskapur kann hava við sær, td. sendistovur, integratiónsmál, tvískattaavtalur, vinnulóggávu, verjumál og rættarmál
• Menna og varðveita útbúgvingarmøguleikar og stuðulsmøguleikar fyri føroyingar, sum út- búgva seg í Danmark og aðrastaðir
• Tættari samstarv um sjúkra- og heilsuviðgerð - serviðgerðir
• Samstarv um búskaparmenning – eisini í norðurlendskum høpi - um menning av nýggjum orkukeldum, menning av ferðavinnu, skapa betri forteytir fyri fólkavøkstri o.a.
• Saman við donsku stjørnini tryggja føroyska samfelagnum og vinnuni ein nútímans ES-sáttmála, sum styrkir samfelagsbúskapin og er við til at skapa arbeiðspláss – ríkisfelagsskapurin skal verða við til at skunda undir altjóðagerðina
• Menna møguleikarnar at verða partur av donskum ígongdsetara- og stuðulskipanum, sum vinnulívið kann njóta gott av
• Brúka møguleikan fyri stuðli til at styrkja havgransking á Havstovuni – menna ein havgranskingardepil
• Tættari samstarv við danir, tá talan er um eitt nú okkara landgrunskrøv móti okkara grannum ogtá vit gera nýggjar handilssáttmálar
• Tættari samstarv við ríkisins sendistovur um allan heimin
• Troyta allar møguleikar, har Ríkið kann verða við til at taka lut og stuðla nýggjum mennandi verkætlanum í Føroyum.
Listin
Alfred Olsen, Rókavegur 24, Saltnes, løgtingsmaður
Bárður á Steig Nielsen, Bøgøta 32, Vestmanna, fyrrverandi landsstýrismaður
Bjørn Kalsø, Dalsgøta 16, Syðradalur K, løgtingsmaður
Edmund Joensen, Oyrarbakkavegur 2, Oyrarbakki, fólkatingsmaður
Edva Jacobsen, Stovugerði, Fuglafjørður, løgtingslimur
Eivin Jacobsen, Gerðisbrekka 3, Sørvágur, brand- og arbeiðsformaður
Fríðgerð Heinesen, Høgibøur 8, Leirvík, varaborgarstjóri
Helgi Abrahamsen, Heygsvegur 22, Strendur, løgtingsmaður
Johan Dahl, Vágsvegur 103, Vágur, landsstýrismaður
Jóna Mortensen, Mikkjalstrøð 12, Tórshavn, bankakvinna
Kaj Leo Holm Johannesen, á Teigi 6, Tórshavn, løgmaður
Magni Laksáfoss, Streymnesvegur 72, Streymnes, løgtingsmaður
Rósa Samnuelsen, Onundarvegur 13, Sandavágur, landsstýriskvinna