Sambandið rennur eftir halanum

  

Jógvan Arge, Valevni Tjóðveldisfloksins í Suðurstreymi


Sambandsflokkurin tykist vera høgt í metum. Hansara høvuðloysi fær undirtøku frá meir enn einum fjórðingi av veljaraskaranum. Tað hevur sínar grundir.
Arbeiðslagið í samgonguni seinastu 18 mánaðirnar hevur ørkymlað veljaran. Samgongan undir fólkafloksleiðslu hevur verið so illa stjórnað, at fáur hevur sæð samljóð millum avtalað stevnumið og framdan politikk. Her hevur ikki gingið um fliðuna.
Tjóðveldisflokkurin ásannaði hetta í tøkum tíma og er fegin um, at veljararnir sleppa at taka støðu aftur. Tí tað er alneyðugt at fáa gongd aftur á skútuna.
Vit hava sjálvbjargnisleiðina fremst í okkara skjøldri. Vit stevna fram móti einum sjálvstøðugum og sjálvberandi samfelag, har føroyingar ráða fyri borgum í Føroyum.
Tað gerst ikki við sambandsflokkinum á brúnni. Hann vil ikki fram. Hann vil allarhægst mala í ring, sum hundur, ið rennur eftir sínum egna hala.
Sambandsflokkurin hevur onki framsøkið boð upp á framtíðina.
Hann ivast neyvan í at hækka blokkin aftur. Hann hevur heldur onki ímóti at spenna landskassan fyri vinnulívið aftur.
Sleppur sambandsflokkurin framat, fer Lisbeth at stýra Føroyum sum eitt ekkó av Anders Fogh í Keypmannahavn.
Vit vita øll, hvat tað endar við.
Tí er hetta valið avgerandi fyri allar sjálvstøðugt hugsandi føroyingar.
Vilt tú, at framtíðin skal verða okkara, so velur tú Tjóðveldisflokkin.
X við E.