Sambandið millum útvarpið og SvF burtur eina tíð

Ein teknisk umlegging í nýggja bygninginum hjá Útvarpinum er orsøkin til, at royndarmyndin á skíggjanum hevur verið so tigandi í seinastuni

Nú eina tíð, hevur royndarmyndin í SvF verið tigandi. Vanligt hevur verið, at hoyra útvarpið í SvF, tá royndarmyndin er á skíggjanum. Væntandi kemur hetta í rættlag í dag.

Í útvarpinum verður sagt, at. orsøkin til hetta er, at nakrar tekniskar broytingar eru gjørdar í nýggja bygninginum hjá Útvarpinum, og at tað tí er neyðugt hjá SvF at gera tað sama, áðrenn útvarpið aftur hoyrist um royndarmyndina á skíggjanum.

Teknikararnir í útvarpinum hava givið starvsfeløgum sínum í SvF boð um hetta, og nú vantar bert, at teir í SvF skulu binda í nýggju linjuna, so verður sambandið aftur millum miðlarnar.

Í SvF verður sagt, at í dag verður farið undir at fáa sambandið í rættlag aftur millum loftmiðlarnar.