Sambandið rotar Ríkisfelagsskapin

Nú koma teir kropp á kroppi og rópa seg uppá leiklutin sum seinasta verja av ríkisfelagsskapinum, tí teir skulu forða fyri broytingum í Heimastýrislógini ? hesi lóg, sum teir als ikki vildu vita av í fýratiárunum

Sannleikin er, at sambandsflokkurin ongantíð tók hesa skipan til sín sum sítt egna barn, men gjørdist ein vánalig stjúkmamma, sum gav hesi stjúkdóttir eina stjúkmóðurliga viðferð í orðsins ringu merking.

Tí er tað nokk so argandi, tá sambandsflokkurin í stevnuskrá síni reypar av rithøvundaleikluti sínum í heimastýrisverkinum.

Sannleikin er ein annar.

Sambandið helt, at slátrið var vunnið við stjórnartilboðnum ? sum var úrslit av skammiligari føroyskari ósemju, tørvandi mótspæli og sambandskari noktan fyri at flyta seg longur fram.

Føroyingar skuldu ræðast til at góðtaka stjórnaruppskotið. Men vaknaðu við kaldan dreym. Í 1946 lótu sambandsmenn seg draga eftir hárinum til at ættleiða eina dóttir, teir aldri gjørdu til sína.

Góða mamman gevur barni sínum gott í beinini, letur tað mennast, trívast og vaksa, so tað tilkomið kann taka nýggj tøk, tað ikki megnaði áður, meðan vánaliga stjúkmamman misrøkir skyldur sínar og forðar fyri, at tær broytingar henda, sum náttúrliga eru á eini lívsleið.

Forstokkaða og stupida støða sambandsfloksins í 1962 sleit sokallaðu heimastýrissamgonguna og slóðaði fyri tí, rópt bleiv sjálvstýrislandsstýrið ? hóast tað ikki royndist so í verki. Men í tali var hesin meirluti veruleiki, og hevði hann parlamentariskan rætt at skipa seg í samgongu.

Sambandsmenn høvdu einki lært, tá sama støða kom í aftur í 1974.

Men tá var eisini ein politiskur gorlakkur komin á pallin, og hann kravdi at javnaðarflokkurin skuldi lata samráðingarleiðsluna til sjálvstýrisflokkarnar so teir kundu sleppa at gera sær fyri skommum við at sýna, at teir ikki megnaðu at skapa eitt »alternativ« til samgonguna sum hevði sitið 1970?74, so harra Edmund Joensen, sambandsflokkurin setti seg við vilja uttanfyri.

Sama gjørdi hann í 1984 og 1990 hóast eg í langa tíð eftir hvørt av teimum valunum hevði samband við nógvar dugandi sambandsmenn, sum væl dugdu at skilja, at tað var neyðugt at teir sokallaðu »heimastýrisflokkarnir« framdu nakrar broytingar á sjálvstýrisleið, so sum veljaraviljin hevði kravt at slíkt skuldi henda var jú fortreytin í 1948.

Ístaðin eydnaðist gorlakkinum ? sum dugdi líka illa at telja sum grannskoðararnir í Føroya Banka ? at billa fólki inn, at vit allar dagar kundu sita upp afturá og taka ímóti »refusión« frá danska statinum, hóast øll restin av ríkinum var farin yvir til blokktilskotsskipan.

Men sum grannskoðararnir í Føroya Banka bert kundu fjala støðuna í stutta tíð, men leingi nokk til at bankin kundi ræna 1,5 milliard ? varnast fleiri og fleiri sambandsfólk at skammiliga støðan, sum tvíhildið verður um, har eingin føroysk semja fæst um broytingar, sum vit kunnu spæla út mótvegis dønum, ger at ríkisfelagsskapurin fer í rot.

Tá hjálpir lítið, at Edmund J., Jóhannes M., Jákup Joensen, Bjørn á Heygum og fleiri sita og gorra tað, sum fremsti búktalarin, føroyingar hava átt leggur teim í munn.

So talaði sambandsmaðurin Finnbogi Arge og ikki Zaratustra.