Enn er ongin ?hvítur roykur? komin úr skorsteininum hjá Sambandsflokkinum, sum tekin um, hvør verður eftirmaður hjá Bárði Nielsen sum landsstýrismaður Formaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannensen, vil enn onki siga um, hvør verður eftirmaður hjá Bárði Nielsen í fíggjarmálaráðnum.
- Vit hava sitið á fundi í ein tíma nú og tosað okkum til rættis um, hvør tað skal vera. Og enn er ongin avgerð tikin, sigur Kaj Leo Johannesen.
Tað er helst ongin loyna, at tú sjálvur fyrr hevur havt ambitiónir um at gerast landsstýrismaður. Nú hevur tú møguleikan. Verður tað tú?
- Tað havi eg ongar viðmerkingar til.
Verður tað ein úr tingbólkinum?
- Heldur ikki avgjørt, sigur Kaj Leo Johannesen.