Sambandsflokkurin vil geva løgmanni tíð

-Sambandsflokkurin er altíð til reiðar, men skal flokkurin uppí, skal talvan vaskast rein, so vit kunnu byrja av nýggjum


Politikkur


Tað var ein av niðurstøðunum, sum formaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen, hevði fingið burturúr, eftir at tingmanningin hjá flokkinum hevði umrøtt ta politisku støðuna á fundi í morgun.


Formaðurin í Sambandsflokkinum er ikki í iva um, at tað er neyðugt við einari nýggjari samanseting í Løgtinginum, og hann heldur, at verandi støða er eitt talandi dømi um, hvussu óheppið tað er, at ein samgonga hevur bara ein tinglim í meiriluta. Tí vil flokkurin heldur hava eina sterkari samgongu.


-Sambandsflokkurin er altíð til reiðar, men vit fara ikki við upp á kvamsvís, sigur floksformaðurin.


Kaj Leo Johannesen sigur, at tann politiska kreppan, sum er íkomin, er eitt úrslit av, at krubban er tóm, og at hestarnir eru farnir at bítast. Øll vilja gera gott, men tað eru eingir ella ov fáir pengar at gera gott við. Tí er tað skeivt at halda, at kreppan við Gerhardi Lognberg og Sandoyartunlinum er tað, sum gjørdi enda á meirilutanum, tí hetta var bara ein av ósemjunum.



Ikki minnilutastýri


Jóannes Eidesgaard, løgmaður, hevur sagt, at samgongan fer at halda fram sum eitt minnilutastýri og at leita sær stuðul frá andstøðuni í hvørjum máli sær. Men hetta heldur formaðurin í Sambandsflokkinum lítið um, hóast hann ásannar, at slíkar skipanin rigga aðrastaðni sum t. d. í Danmark.


-Í Danmark er spurningurin um høgra ella vinstra, men her í Føroyum hava vit fýra vinklar, tí her er tað eisini ein spurningur um loysing ella samband. Úrslitið av einum minnilutastýri hevði elvt til split í flokkunum, tí samgongan hevði leitað sær stuðul frá einstøkum tinglimum heldur enn heilum flokkum, sigur Kaj Leo Johannesen.


-Okkara uppskot er at skipa eina nýggja samgongu og at byrja av nýggjum, og so skal hon helst hava einar fýra, fimm ella seks tinglimir í meiriluta.



Geva løgmanni tíð


Formaðurin í Sambandsflokkinum er ikki so avgjørdur sum felagin í Fólkaflokkinum, tá tað snýr seg um misálit á sitandi stýri og at fáa verandi stýri frá.


-Eg haldi ikki, at misálit er ein gongd leið beint nú, sigur Kaj Leo Johannesen. Fyri Sambandsflokkin hevur tað størri týdning at fáa trygg politisk viðurskifti, og tað hevur størri týdning fyri flokkin enn spurningurin um misálit.


-Vit vita ikki, hvat fer at henda í samgonguni ella í Javnaðarflokkinum, og løgmaður eigur at fáa tíð til at umhugsa støðuna, sigur Kaj Leo Johannesen.