Sambandsformaðurin í farloyvi

Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsflokins, er í dag farin í farloyvi úr Løgtinginum í eina viku

Frimodt Rasmussen møtti á tingi í morgun fyri floksformannin, sum er farin eina viku í farloyvi

Tá tingfundurin varð settur í morgun læs løgtingsforkvinnan eitt skriv frá Bárði Nielsen, tingmanni og formanni í Sambandsflokkinum, har hann bað um farloyvi í eina viku.

Næsti maður á listanum hjá Sambandsflokkinum er Jaspur Langgaard á Toftum. Men hann hevur áður boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur til næsta val. Løgtingsforkvinnan endurgav úr skrivi frá honum, at hann ikki fekk møtt á tingi í dag.

Tí møtti Frimodt Rasmussen úr Klaksvík á tingi fyri Bárð á Steig Nielsen.

 

Frimodt Rasmussen møtti á tingi í morgun fyri floksformannin, sum er farin eina viku í farloyvi