Sambandsmenn ósamdir um samband

Sambandsmenn eru ójavnir á máli um, hvussu gjaldast skal fyri sambandið. Um føroysku sundini væl at merkja

Sambandsfundur

Sørvági: Ivan Johannesen, vágamaður á sambandsfundi, helt tað vera púra skeivt at gjaldast skal fyri at koyra gjøgnum Vágatunnilin. Tað helt Alfred Olsen, toftamaður á sama fundi, ikki.
Eins og onnur vágafók, sum høvdu orðið á landsfundi Sambandsfloksins, beyð Ivan Johannesen fundarfólkinum vælkomin vestur í Vágar.
Men hann helt ikki, at tað var rætt, at gjaldast skuldi fyri at koyra undir Sundinum.
?Eg havi verið við til at gjalda fyri vegakervið, brýr og tunlar um alt landið. Men nú eg skal brúka tað sjálvur, skal eg gjalda fyri tað. Tað vil eg ikki góðtaka, segði Ivan Johannesen.
Tað fekk Alfred Olsen, løgtingsmann í Eysturoy, at taka orðið. Hann minti Ivan á tað, hann júst hevði sagt um ferðsluna um Leirvíksfjørð, samstundis sum hann fegnaðist um, at nú var prísurin fyri ávísar avsláttarskipanir undir Vestmannsundi júst lækkaður til helvtarprís av vanliga ferðaseðlinum. Tað átti Ivan heldur at fegnast um, helt hann. Tí um ikki so var, kundi skjótt hent, at eisini um Vestmannssund var sama skilið, sum tað er á Leirvíksfirði í dag.