Hósdagin varð hátíðarhildið, at sambýlið í Hvalba nú hevur 25 ár á baki.
Starvsfólkini á sambýlinum høvdu gjørt góðan mat til mongu gestirnar, sum vóru komnir á gátt.
Umframt felagssang, vórðu røður hildnar, og borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, Janus Thomsen, segði eisini nøkur orð.
Í Hvalbiar kommunu ynskja tey starvsfólkum og búfólkum á sambýlinum hjartaliga tillukku við degnum.










