Ósamdir um EM-lagnuna hjá Íslandi

Mario Balotelli væntar Ísland ger ein vørr í bólki F. Serfrøðingur hjá BBC væntar Ísland endar aftast

EM-fepurin er høgur í Íslandi, og íslendsk miðlafólk gera nógv burturúr. Eisini verður hugt eftir hvat fótbóltsspælarar og fótbóltsserfrøðingar hjá øðrum londum siga um hvat teir vænta av íslendingum í EM-endaspælinum, har íslendingar í bólki F skulu kappast ímóti Portugal, Ungarn og Eysturríki.

 

Italski framherjin, Mario Balotelli hevur stóra virðing fyri íslendingum, og hann væntar, at íslendingar gera ein veruliga vørr. Italski framherjin tippar, at Portugal og Ísland fara víðari, sum nummar eitt og tvey úr bólki F.

 

Serfrøðingurin hjá BBC Sport, Mark Lawrenson hevur ongar forvæntningar til íslendska liðið. Gamla Liverpool-hetjan væntar Portugal vinnur bólk F, Eysturríki verður nummar tvey, Ungarn nummar trý, og Ísland endar aftast í bólkinum, og má tíðliga heim.

 

Mark Lawrenson undirstrikar tó, sum so mangir aðrir serfrøðingar, at tað kortini er væl klárað av íslendingum at vinna seg í EM-endaspælið í Fraklandi. 

 

Mark Lawrenson og allir aðrir serfrøðingar trúðu heldur ikki uppá Leicester í Premier League. So er at vóna, at Ísland ger ein "Leicester" í EM-endaspælinum í Fraklandi. 

 

Skráin fyri bólk F er hendan : 

 

14.06 17:00Eysturríki-Ungarn
14.06 20:00Portugal-Ísland
18.06 17:00Ísland-Ungarn
18.06 20:00 Portúgal-Eysturríki
22.06 17:00Ísland-Eysturríki
22.06 17:00Ungarn-Portugal