Samfelagið er ímóti harðskapi

Umsíðir hava Føroyar fingið sína heildarætlan móti harðskapi í parlagi og nærsombondum. Ætlanin varð løgd fram á vælfólkaðum fundi í morgun, á sjálvum kvinnudegnum Kvinnurørslan tók fyri nógvum árum síðan upp máli at steðga harðskapin móti kvinnum, og nú hevur politiska skipanin tikið undir við átakinum.

Starvsfólk í Vinnumálaráðnum, Almannaráðnum, Innlendismálaráðnum og Heilsumálaráðnum hava orðað eitt álit, og nú kemur Mentamálaráðið eisini við.

Tað skal upplýsast í skúlunum, heilsustarvsfólk skulu upplærast, greiða skal finnast á, hvar markið er millum fráboðanarskyldu og tagnarskyldu hjá heilsustarvsfólkum o.a.

Eitt serligt átak skal gerast fyri at hjálpa útlendskum kvinnum, sum eru fyri harðskapi í Føroyum.

Fra 2012 at rokna skal peningur setast av til heildarætlanina móti harðskapi.