Samfelagsstevna í Klaksvík

Eins og árini frammanundan bjóðar samkoman í Betesda til samfelagsstevnu í Klaksvík á Hvítusunnu.

Samkomurnar í Betesda í Klaksvík og Betel í Vági hava í mong ár skiftivís skipað fyri samfelagsstevnu á Hvítusunnu, og í ár eigur Betesda tørn.


Samfelagsstevnurnar hjá Brøðrasamkomunum eru eyðkendar av fjølbroyttum sangi og boðskapi, og soleiðis verður eisini hesaferð. Sangkórini í Betesda og Ebenezer luttaka umframt aðrar sangkreftir. Talararnir, bæði yngri og eldri, koma úr ymiskum samkomum í Føroyum.


Umframt uppbyggingar- og evangelisk møtir verður eisini opið hús fyri ungdómin fríggjakvøldið, leygarkvøldið og Hvítusunnukvøld kl. 22. Millum møtini seinnapartin 2. hvítusunnudag bjóðar samkoman nátturða í Badmintonhøllini, og koma vanliga nógv fólk at njóta ein bita saman við klaksvíkingum.


Meðan møtini eru seinnapart og um kvøldið verður barnaansing/barnamøtir í Skálanum, ið er granni hjá Badmintonhøllini. Útvarpsstøðin Lindin fer at senda beinleiðis frá onkrum møti.


Nærri upplýsingar um samfelagsstevnuna eru at síggja á heimasíðuni hjá Betesda, www.betesda.fo