Seinastu dagarnar av nýggja árinum var ferðsasambandið eitt av stóru samrøðuevnunum í bygdini.
Orsøkin til hetta var ein áheitan um at skriva undir eitt skriv til landsstýrismannin í innlendismálum um at fáa eitt nøktandi ferðasamband um Nólsoyarfjørð.
At bygdarfólkið so dyggiliga tók undir við hesum skrivinum, fekst fullgott prógv fyri, tá allar hesar 230 undirskriftirnar vórðu handaðar landsstýrismanninum, Jacob Vestergaard seinnapartin í gjár.
Í hesum skrivi heita nólsoyingar á landsstýrismannin um at byggja nýtt skip til farleiðina, sum kann nøkta krøvini í dag.
Hesin samferðslumøguleikin er einasta farleið okkara til meginøkið. Og tí má tað vera eitt krav, at bygdarfólkið - bæði ung og gomul kunnu sleppa trygt til og frá oynni, verður sagt.
Landsstýrismaðurin segði við handanina, at hann skilti væl hetta skrivið. Og hann tóktist sera positivur at finna fram til eina nøktandi loysn.
Sjúk og barnavognar
Skrivið frá nólsoyingum er væl formulerað og vísir greitt tey ynskini, sum fólkið hevur.
Víst verður m.a. á, at fullfør ferðafólk, hava ongar trupulleikar at koma umborð og niðurundir at seta seg. Men so skjótt talan er um børn, eldri, illa gongd, brekað ella barnavognar eru stórar forðingar: Landgongin og trappurnar.
Er fólk í rullistóli, er eingin møguleiki at koma umborð við egnari hjálp.
Hetta er ein mannminkandi støða. Dømi eru um fólk, ið eru hivað umborð við krana, og um motordrivnan koyristól, ið eisini skal hivast, um ferðafólkið skal til Havnar.
Einasta hølið, ið tøkt er teimum, ið ikki megna at koma niðurundir, er sjúkrarúmið. Men tey eru ikki sjúk, og eiga tí at sleppa í salongina aman við hinum ferðafólkunum.
Hevur ferðafólk barnavogn við sær, er vónleyst at fara niðurundir, um ein er einsamallur. Tí vognurin skal lyftast upp um høvd, fyri at fáa hann upp um gátt og oman trappurnar. Tilskilast skal, at fleiri barnavognar rúmast ikki í landgongini, og mugu tískil lyftast/handast umborð.
Sjálvsagt ber ikki til at lata barnavogn standa á dekkinum í øllum veðrið. Og svevur barn í vogninum, ber heldur ikki til at lata barn og vogn standa úti um fjørðin, verður sagt.
Mannminkandi viðferð
Í skrivinum verður víðari sagt, at gerandisdagar eru áleið 45-50 fólk, ið ferðast til og frá arbeiði. Umstøðurnar hjá hesum fólkum eru vánlig, við atliti at útlufting og larmi. Er sjaskut veður, er ikki pláss at leggja seg.
Allur farmur til og úr Nólsoy skal lossast/lastast við krana. Hetta hevur við sær óneyðugt spill, tí tað meira enn so kemur fyri, at vøran verður skamfílað. Sjálvsagt hevði verið lættari hjá handilsfólki, um vøran varð koyrd umborð og í land eftir sløttum.
Skal flytigóðs til Nólsoyar, er vónleyst at fáa byngju umborð. Orsøkin er, at kranin ikki lyftir meira enn ávísa tyngd. Óneyðugt baks er at tøma byngjuna á keiini í Havn fyri síðani at handa alt umborð og í land aftur í Nólsoy.
Sum er, skal bilur lyftast við krana, um ein ynskir at taka sær bilin við til Nólsoyar. Men hendir ólukkan, at bilurin dettur, tekur tryggingin ikki við, tí hetta verður roknað, sum egin ábyrgd.
Eitt tað tyngsta at síggja er, tá ið lík í kistu koma í oynna. Lítil virðing er í at kistan verður førd tvørturum fjørðin í lastini á Rituni, fyri síðani at verða lossað við krana á keikantin í Nólsoy. Hetta er tungt hjá avvarandi, verður sagt.
Ein nýggj Rita
Í sambandi við nýbygging kundu nólsoyingar m.a. hugsað sær hetta:
oRampu á reyvina, heldur enn landgongd, ið ávirkast av flóðini.
oRúm fyri tveimum stórum akførum, ið viðførir pláss fyri smáum akførum aðrar túrar og/ella farmi.
oAtgongd eigur at verða í salongina, uttan at skula fara um trappur.
oYnskiligt er, at gott forarbeiðið verður gjørt, soleiðis at nýtt skip, eins og Ritan, fær siglt allar dagar í árinum.
oWC til rørslutarnað.
Lýsa alla støðuna
Aðrastaðni í blaðnum er greitt frá ætlanini hjá Strandferðsluni at gera eitt tilmæli um øll skipini hjá stovninum.
Í hesum tilmælinum er Nólsoyarleiðin eisini tikin við.
n Ritan er eitt gott skip. Men vit eru kortini fult greið yvir, at krøvini til tænastustøðið eru nógv hægri í dag, enn tá skipið kom til landið.
n Tí verður hetta málið sjálvandi eisini við í tilmælinum, sum vit eru í ferð við nú, sigur Kristian Davidsen, strandferðslustjóri.
Ein av spurningunum í hesum máli eru ikki minst atkomuviðurskiftini.