Samgonga í kreppu: Snýr seg um at yvirliva

Stórar ósemjur valda í samgonguni um fíggjarlógina fyri 2010. Bæði um sparingar. Um íløgur. Og um samtykti karmurin fyri útreiðslurnar yvirhøvur skal haldast. Tíðin er við at renna út, og nú er endamálið hjá løgmanni eittans: At yvirliva

Stríðið millum samgonguflokkarnar harðnar, so hvørt sum evstamarkið fyri komandi fíggjarlóg nærkast. Tað er um góðar tríggjar vikur, og framvegis er eingin politisk semja um eina røð av sparitiltøkum í tí sonevnda ólavsøkupakkanum, sum løgtingið samtykti fyrr í ár. Samstundis bant løgtingið seg eisini til at halda ein karm fyri útreiðslurnar komandi ár. Raksturin skal ikki uppum 4,3 milliardir, og íløgurnar hava fingið 317 milliónir.

Men hesin karmurin er tengdur at lógaruppskotum, sum stór ósemja valdar um, og sum enn ikki eru komin í tingið til politiska viðgerð. Uttan at himprast siga fleiri samgongupolitikarar við Sosialin, at karmurin fyri útreiðslurnar komandi ár als ikki fer at halda, tí semja ikki fæst um ymsu málini.

Tað kann í fyrstu syftu merkja, at hallið kann gerast væl størri enn tær 768 milliónirnar, sum uppskotið hjá fíggjarmálaráðharranum sigur. Tað kann í aðru syftu merkja, at tað verður upp til fíggjarnevndina at gera av, hvussu karmurin skal haldast, og hvar skal sparast. Og tað kann í triðju syftu merkja, at samgongan rýkur.

Fíggjarnevndarformaðurin Anfinn Kallsberg hevur saman við restini av Fólkaflokkinum meldað greitt út, at karmurin fyri rakstarútreiðslur má og skal haldast. Tað sama hevur Magni Laksáfoss, fíggjarnevndarlimur fyri Sambandið, eisini sagt. Men onnur sambandsfólk og at kalla allur Javnaðarflokkurin hava signalerað, at karmurin má víðkast, um sparingarnar raka ov meint.


Rumbul um almannaøkið

Allir flokkar hava sínar kvalir av ætlaðu sparitiltøkunum. Fólkaflokkurin er ikki glaður fyri at strika inntøkutrygdina hjá fiskimonnum á fíggjarlógini og leggja málið út á arbeiðsmarknaðin. Hetta uppskotið kann sambært nýggjastu tølunum spara landskassanum 50 milliónir komandi ár, men í verandi støðu bendir einki á, at reformurin verður gjøgnumførdur áðrenn evstamark. Sambært nýggjastu boðunum verður ikki klárt at gjøgnumføra málið fyrr enn 1. mars í 2010, men fíggjarnevndin kann bara budgettera við støði í galdandi lóggávu og má tí játta 50 milliónir, um lógin ikki er broytt áðrenn 1. januar.

Síðani er tað tann nógv umtalaði pensjónsreformurin, sum møguliga verður samtyktur, men sum als ikki fer at spara tær 25 milliónirnar, sum upprunaliga ætlað. Fleiri politikarar nevna eina upphædd á fimm ella seks milliónir, og samanlagt kunnu bara hesi bæði málini – inntøkutrygdin og pensjónsmálið – gera hallið á fíggjarlógini einar 70 milliónir størri.

Umframt inntøkutrygdina og pensjónsreformin bíðar fíggjarnevndin framvegis eftir eini røð av øðrum málum, sum enn ikki eru komin úr landsstýrinum. Sum dømi kunnu nevnast sparingar í strandferðsluni, apoteksverkinum, sjúkrakassanum, vanligari forsorg og fyritíðarpensjónistum. Tilsamans skulu øll hesi málini spara landskassanum knappar 120 milliónir krónur.

Í viðtalu við Sosialin vátta bæði løgmaður og fleiri samgongupolitikarar, at ein stórur knútur beint nú eru ætlaðu sparingarnar á almannaøkinum, sum Rósa Samuelsen úr Sambandinum varar av. Til dømis er ætlanin at spara knappar 20 milliónir á forsorgarøkinum, men hesum sparingum hevur Javnaðarflokkurin higartil blokerað, samstundis sum partar av Sambandsflokkinum heldur ikki eru við uppá, at teirra málsøki skal ofrast, tá onnur mál ikki koma ígjøgnum. Sparingarnar á almannaøkinum snúgva seg um at strika veitingar til veikastu samfelagsbólkarnar, og saman við Javnaðarflokkinum spyrja kreftir í Sambandsflokkinum, hví Rósa Samuelsen skal finna alternativar sparingar, tá so stór óvissa valdar um hini sparitiltøkini.


Kyrrstøða

Við øðrum orðum sær út til, at øll uppskotini um sparingar eru koyrd í ein pott, og einki uppskot kemur úr aftur pottinum, fyrr enn øll koma úr. Flokkarnir halda hvørjum øðrum í skák, og eingin vil geva seg, fyrr enn mótparturin eisini gevur seg. Hóast løgmaður kategoriskt avnoktar, at stígur er komin í fíggjarlógartilgongdina, so siga fleiri keldur í samgonguni, at trupulleikarnir eru so stórir, at samgongustevið er farið at ridla.

Ímeðan rennur tímaglasið, og um landsstýrið ikki megnar at greiða ósemjurnar, so verður tað upp til fíggjarnevndina og løgtingið at gera av, hvussu stórt hallið skal gerast, hvar skal sparast og hvussu nógv skal sparast. Í tinginum mikudagin ávaraði Eygðunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum, sum sjálv situr í fíggjarnevndini, staðiliga ímóti hesum, tí so er eingin skipaður samgongupolitikkur aftanfyri tær sparingar, sum verða gjøgnumførdar til komandi ár.


Javnaðarflokkurin vil hækka karmin

Í fyrispurningi til løgmann í tinginum mikudagin spurdi Torbjørn Jacobsen, um løgmaður framvegis vil halda fast um ásetta útreiðslukarmin, og hvør skal finna alternativar sparingar, um landsstýrið ikki kemur ásamt um at bera øll sparitiltøkini niðan í tingið.

Spurningurin varð settur, tí løgmaður hevur borðreitt við ørkymlandi signalum hesum viðvíkjandi. Í summar kom tað ikki uppá tal, at karmurin skuldi hækkast. Síðani segði Kaj Leo við Sosialin og Dag og Viku í seinastu viku, at karmurin kann hækkast, um samgongan er samd um tað. Og mánadagin vendi løgmaður so aftur til upprunaligu støðuna og lovaði á fundi í fíggjarnevndini, at landsstýrið framvegis er bundið av ásetta karminum og fer at koma við teimum uppskotum, sum enn mangla. Hetta endurtók løgmaður í tinginum mikudagin.

Men allir flokkar í samgonguni eru ikki líka samdir um hetta, og serliga hevur Javnaðarflokkurin róð framundir, at karmurin helst má víðkast. Í tinginum mikudagin var John Johannesen skjótur upp á tingsins røðarapall og spurdi, um karmurin partú skuldi haldast fyri ein og hvønn prís. Jokarin á lista C vildi vita, um karmurin skal haldast, sjálvt um tað merkir, at man rakar veikastu samfelagsbólkarnar og rekur fólk av landinum. Samstundis helt partamaðurin Gerhard Lognberg, at sparingarnar fyrst og fremst raka útjaðaran, t.d. við ætlaðu sparingunum í strandferðsluni, og hesum tekur hann ikki undir við.

Eyðgunn Samuelsen vísir eisini á, at um nøkur av uppskotunum í ólavsøkupakkanum ikki koma ígjøgnum, og um onnur ikki geva tann pening, sum tey upprunaliga skuldu, so kann fíggjarnevndin ikki finna tíggjutals ella hundraðtals milliónir í eini handavending.

Ergo skal karmurin víðkast og hallið verða størri.


Samgongan í vanda?

Við orðunum hjá javnaðarleiðaranum Jóannesi Eidesgaard, so er hvør spard króna kærkomin, men hvør spard króna hevur eisini menniskjansligar avleiðingar. Tað er tann stóra tvístøðan, sum samgongan í hesum døgum stríðist við. Løgmaður lovar framvegis at bera øll uppskotini í ólavsøkupakkanum niðan í tingið í nærmastu framtíð, so karmurin kann varðveitast og hallið haldast niðri á 768 milliónum krónum.

Men sambært fleiri samgongulimum eru ósemjurnar so grundleggjandi og tíðarpressið so stórt, at samgongan av álvara er komin sær í vandasjógv. Sum løgmaður segði í tinginum mikudagin, so er fíggjarlógin fyri 2010 sveinastykkið hjá samgonguni. Komandi dagarnir fara at vísa, um løgmaður megnar uppgávuna, ella um tað verður upp til fíggjarnevndina at gera av, hvussu landsins fíggjarpolitikkur skal síggja út í 2010.

Um samgongan altso heldur...


Sitat:


Hóast løgmaður avnoktar, at stígur er komin í fíggjarlógartilgongdina, so siga fleiri keldur í samgonguni, at trupulleikarnir eru so stórir, at samgongustevið er farið at ridla.


Ein stórur knútur beint nú eru ætlaðu sparingarnar á almannaøkinum


Ósemjurnar eru so grundleggjandi og tíðarpressið so stórt, at samgongan av álvara er komin sær í vandasjógv