Samgongan eigur heimsmet í ábyrgdarloysi

Hvussu kann samgongan hava ráð at lata einum, ið tjenar ein millión ein skatalætta á 7.000 krónur, tá vit ikki hava ráð at javna fólkapensjónirnar? Hvussu kann ein stjórn hækka ALS-gjald og heilsutrygdargjald hjá teimum lægstløntu, samstundis sum tey á ovastu rók fáa ovurstórar lættar?

Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins
-------



--------

Í vikuni viðgjørdi løgtingið uppskot frá samgonguni um broytingar í skattalógini. Lagt var upp til tvær broytingar. Onnur broytingin - at hækka barnafrádráttin við 1.000 krónum árliga fyri hvørt barnið - tekur Javnaðarflokkurin sjálvandi undir við, tí eg var sjálvur við at leggja ætlanina fram síðsta vár, tá ið fíggjarkarmarnir vóru fyri.

Stórur munur eru tó á uppskotunum, tí seinasta vár var uppskotið fíggjað. Nú er tað ein ófíggjaður lætti. Vit fíggjaðu uppskotið við nýggjum inntøkum frá tilfeingisgjaldi, nakað sum Fólkaflokkurin ikki vildi hoyra talan um. Tað endaði sum kunnugt við, at Jørgen og kompaní stungu í sekkin, tá ið Javnaðarflokkurin ikki vildi bakka fyri neoliberalistiska politikkinum hjá Fólkaflokkinum – ein politikkur sum gongur út uppá, spakuliga men trygt, at niðurlaga vælferðasamfelagið við vitleysum sparingum uttan menniskjalig atlit.

At lata ófíggjaðar lættar hevur verið vørumerkið hjá sitandi stýrið. Tá asosiali flatskatturin hjá Fólkaflokkinum varð samtyktur líltajólaaftan settu vit tvey deprimerandi heimsmet. Ongastaðni í heiminum hevur man í einum høggi minkað skattainntøkurnar hjá einum landið so nógv, sum í Føroyum, tá ið samgongan kvetti 265 mió. burtur. Tað svaraði til 17 prosent, næstan einum fimtingini, av samlaða lønarskatti landsins. Hitt metið er heimsmetið í ábyrgdarloysi.

Kropp av kroppi hava føroyskir og danskir búskaparfrøðingar staðfest, at avgerðin um at skatta pensjónir við inngjald ikki er nøkur verulig fígging. Tað er bert at flyta inntøkur frá komandi tíðum; eitt álvarsligt rán frá komandi ættarliðum, sum hevur avleiðingar vit bara kunnu øtast um.

Flatskatturin gav teimum sum tjena eina mió. árliga ein skattalætta á 7.000 krónur um mánaðin. Vanliga arbeiðarafjøldin fekk millum lítið og einki. Hin broytingin í skattalógini, ið var fyri í løgtinginum í vikuni, hevði eittans endamál: at tryggja, at tey, ið hava fingið hendan ovurstóra lætta, í minsta lagi skulu varðveita hann komandi árini. Helst hevur uppskotið um at prísjavna skattastigan tó við sær, at virðið á skattalættanum fer at økjast komandi árini.

Hetta mál hevði so stóran týdning fyri samgonguna, at tingfólk floytaðu á, at bæði umsitingin hjá løgtinginum og at embætisverkið hjá landsstýrismanninum í lógarmálum mæltu tinginum frá at viðgera málið, tí tað stríddi móti stýrisskipanarlógini.

Ein dáragerð fyri…
Men hvat hava hesi somu fólk, sum hava latið millióninginum ein skattalætta á 7.000 krónur um mánaðin, annars avrikað í hesum valskeiðinum?

Jú, tey hava lagt uppskot fyri løgingið og samtykt, at pensjónirnar ikki longur skulu javnast. Tað merkir at fólkapensjónin og fyritíðarpensjónir í veruleikanum lækka. Argumentið var, at landið hevur ikki ráð. Samgongan hevur lagt uppskot fyri løgtingið og samtykt, at vit skulu ikki longur javna lestrarstuðulin til lesandi. Bert eitt argument var fyri broytingini. Landskassin er tómur.

Sostatt vóru ikki ráð at javna smærru veitingarnar til lesandi og pensjónistar. Alt meðan samgongan setur føtur í spenni fyri at tryggja, at einki má fara burturav skattalættanum til tey vælbjargaðu.

Eisini er uppskot lagt fram og samtykt um at mótrokningin í pensjónini millum hjún kortini skuldi vera galdandi, hóast mótrokningin einmælt var strikað so seint sum í september. Heilsutrygdargjaldið er hækkað, tí ”riget fattes penge”.

Sambært landsstýrismanninum í fíggjarmálum hevði landskassin ei heldur ráð at lata pedagogunum og øðrum láglønarbólkum á almenna arbeiðsmarknaðinum eina virðiliga lønarhækkan. Somu bólkar, ið mugu hyggja langt eftir skattalættanum hjá samgonguni. Eftir drúgt verkfall eydnaðist pedagogunum tó, at stríða seg til eina lítla lønarhækking, sum tó reelt er ein niðurskurður í mun til prísvøkstur í samfelagnum.

Og so hesi seinastu dømini. Samgongan tekur ikki undir við góða uppskotið um at fáa kanna og gera uppskot um at fáa kostnaðarstøðið niður í Føroyum við tí grundgeving, at uppskotið ikki er fíggjað og harvið ikki er útreiðsluneutralt. Tílik kanning kostar nakrar fáar hundrað túsund krónur.

Tað skemtiliga er, at hetta eru somu menn, sum lótu ein ófíggjaðan skattalætta fyri 265 mió. krónur, sum nú ikki kunnu finna nøkur oyru til eitt tiltak, sum øll kunnu taka undir við (hetta hóast kanningin var væl og virðiliga fíggjað við at skerja ferðaendurgjaldið hjá landsstýrisfólkum).

…og onnur eftir
Órættvísið í mongu døminum skríggja til himmals. Tí hvussu kann samgongan hava ráð at lata einum, ið tjenar ein millión ein skatalætta á 7.000 krónur, tá vit ikki hava ráð at javna fólkapensjónirnar? Hvussu kann ein stjórn hækka ALS-gjald og heilsutrygdargjald hjá teimum lægstløntu, samstundis sum tey á ovastu rók fáa ovurstórar lættar?

Politikkur er um at raðfesta. Samgongan ger raðfestingar og ein av nýggju raðfestingunum var ikki at nerta sonevnda kostnaðarendurgjaldið hjá landsstýris- og løgtingsfólkum. Ein landsstýrismaður fær í dag upp í 13.600 krónur skattafrítt mánaðin sum ferðaískoyti til lønina. Hetta er umleið 10 ferðir so nógv sum ein vanligur borgari fær fyri somu ferðing. Margháttiliga grundgevingin frá samgongulimum er, at góða ískoytið tryggjar, at vit fáa bestu politikararnar.

Álvaratos! Um hetta eru frægastu politikkarar, sum mynda samgonguna í dag, so er heldur at at velja hinar næstbestu politikkarnar. Tí politikkurin verður ikki verri politikkur og minni samhaldsfastur enn hann er í dag.