POLITIKKUR
Jóanis Nielsen kann nú kalla seg fyrrverandi tingmann fyri Fólkaflokkin. Við 111 persónligum atkvøðum gjørdist Jóanis Nielsen varamaður hjá Jørgen Niclasen á Føroya Løgtingi við valið 30. apríl. Løgtingssessurin var tó ikki fremmandur fyri Jóanis Nielsen.
Síðani 14. desember 1998 hevur hann verið varamaður fyri Jørgen Niclasen, tí hann við valið í 1998 við 91 atkvøðum fór framvið Svend Aage Ellefsen og gjørdist varamaður hjá Jørgen Niclasen.
Tá John Petersen fór úr landsstýrinum og Jørgen Niclasen kom í hansara stað stutt eftir, at nýtt landsstýri varð skipað, so varð kósin sett fyri Jóanis Nielsen, sum altso hesuferð kláraði at sita akkurát fýra ár og ein mánað í Løgtinginum.
Tá landsstýrismaður fer aftur í tingsess sín, so fer varamaðurin úr tinginum beinanvegin. Jørgen Niclasen tekur yvir nevndarsessin hjá Jóanis Nielsen í Trivnaðarnevndini.
Jóanis Nielsen fær ongar bíðipengar sum tingmaður. Løgtingsmenn fáa lønina útgoldna ein mánað fram, og Jóanis Nielsen fær onga løn fyri februar mánað. Orsøkin til, at Jóanis Nielsen fær løn í januar er tann, at løgtingsmenn ikki fáa løn frá tí degi, teir eru valdir, men næsta mánaði at rokna.
Lærari
Jóanis Nielsen fer tó ikki at ganga arbeiðsleysur, tí boð eru eftir honum fleiri staðni.
Hann er í farloyvi sum fulltrúi í Almannamálaráðnum, og hann vendir eftir ætlan aftur til starvið, sum inniber, at Páll á Reynatúgvu verður nýggi stjórin hjá fyrrverandi tingmanninum.
Jóanis Nielsen er útbúgvin lærari og hevur arbeitt innan bankaheimin. Júst læraraútbúgvingina fær hann brúk fyri, tí hesa næstu vikuna ella so skal vera lærari á skúlanum á Giljanesi.
?Teir høvdu tørv á einum lærari, so eg fari at vera har í øllum førum hesa vikuna, sigur Jóanis Nielsen.
Nú hann fer úr tinginum, so er Jóanis Nielsen avkláraður við støðuna.
?Hetta eru umstøðurnar hjá tingmonnum og serliga hjá varamonnum. Tú veitst ongantíð, hvat hendir í morgin, sigur Jóanis Nielsen.
Trupult hjá samgonguni
Vónirnar til, at samgongan heldur fram, eru ikki serliga góðar hjá fyrrverandi tingmanninum.
?Sjálvur trúgvi eg ikki, at samgongan heldur fram, sigur Jóanis Nielsen.
Hann metir, at stevið nú er vorðið so mikið vánaligt, at tað verður torført at klára at arbeiða uttanum.
?Hevði tað verið øvugt, og Fólkaflokkurin atkvøddi fyri einum misáliti fyri ein landsstýrismanni hjá Tjóðveldisflokkinum, so hevði verið liðugt við samgonguni í somu løtu, sigur Jóanis Nielsen.
Jóanis Nielsen er nú fyrrverandi tingmaður. Sjálvur roknar hann ikki við, at samgongan kann yvirliva hetta.