Samgongan hildin gísli

Samgongan er ongantíð sloppin til arbeiðis, tí persónsmál og einkultmál hava fylt alt ov nógv, heldur formaðurin í Tjóðveldi, sum vónar, at politikkurin nú kemur aftur á dagsskránna


Gerhard Lognberg hevur hildið samgonguna sum gísla í einum máli, har hann ongan vilja hevur víst til at finna nakra loysn. So hvassorðaður er formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal um samgongustevið fyrstu seks mánaðarnar hjá CHE samgonguni.

- Allir samgonguflokkarnir ynskja at styrkja útjaðaran og binda landið saman við bøttum samferðslukervi. Tí er tað púra burturvið, at Gerhard Lognberg skal lata sum um, hann er tann einasti, sum vil hava Sandoyartunnil. Tað einasta, hann hevur gjørt, er at rópa upp og krevja, sigur ein bersøgin Høgni Hoydal.

Hann vísir á stórar íløgur til útjaðaran og staðfestir, at søgan hevur víst, at tað Føroyar hava ráð til eitt gott samferðslukervi. Men íløgurnar mugu gerast við fíggjarligum skili.

- Fígging skal til. Men Gerhard Lognberg hevur ikki viljað arbeitt konstruktivt við, hvussu Sandoyartunnilin skal fíggjast, staðfestir Høgni Hoydal.

- Og at hann so brúkar Løgtingsins røðarpáll at spilla alla samgonguna út er so langt úti, at eg eri framvegis ikki komin yvir tað.


Politikkurin druknar

Formaðurin í Tjóðveldi vónar, at samgongan finnur eina samstarvsloysn við onkran flokk frá andstøðuni, soleiðis at samgongan aftur verður arbeiðsfør og politikkurin kann koma á skránna.

- Seinasta hálva árið hava persónsmál og einkult mál fylt alt ov nógv. Vit hava brúk fyri at fáa politikkin á skránna. Ólavssøkurøðan hjá Løgmanni legði nógv áhugaverd politisk mál fram, men hvat hevur sett dagsskránna síðani? Persónsmál, staðfestir Høgni Hoydal.

Hann vónar, at samgongan við nýggjum samstarvi hevur fingið arbeiðsfrið áðrenn hendan vikan er úti. Tí nógv týdningarmikil politisk mál bíða. Í dag var fiskivinnupolitikkurin á skránni, og skjótt skal fíggjarlógin fyri 2009 fyrireikast.

Høgni Hoydal vil ikki siga, hvønn flokk hann ynskir samstarv við. Men prátið í Tinginum í dag bendi á, at Sjálvstýrisflokkurin verður stuðulsflokkur hjá samgonguni.