Televarpið
? Tað verður ikki uttan svørðslag, at Føroya Tele sleppur at senda pornofilmar.
Jenis av Rana, sum er formaður í Miðflokkinum, sum eisini er í samgonguni, ætlar ikki at sita hendur í favn, nú Televarpið hjá Føroya Tele kanska eisini fer at senda pornofilmar, tá ið tað fer í luftina um ein mánað.
Tróndur Djurhuus á Føroya Tele, sigur, at ein rás, sum Televarpið fer at senda, er Canal Pluss, sum eisini hevur pornofilmar sum fastan tátt á skránni.
Hann sigur, at Televarpið ætlar at halda landsins lógir.
Hinvegin ætlar fútin ikki at gera nakað við málið, tí hann ivast í, um tað er yvirhøvur er ólógligt.
Í politiska virksemi sínum hevur Miðflokkurin altíð lagt alstóran dent á at forða fyri at sama siðloysið, sum herjar í londunum rundanum okkum, eisini skal floyma inn yvir Føroyar, fyri at siga tað nøkunlunda, sum teir sjálvir plaga at taka til.
Og Jenis av Rana sigur, at tað kann als ikkigóðtakast, at Føroya Tele fer at vísa føroyingum porno.
? Tað er heilt greitt, at hetta er eitt mál, sum ikki fer afturvið borðinum og tí fer miðflokkurin at reisa málið í samgonguni.
?Miðflokkurin kann ikki liva við, at Føroya tele fer at senda pornofilmar, so politiskt verður tað ein veldugur trupulleiki fyri samgonguna, sleppur hetta at ganga, sigur Jenis av Rana.
Kann ikki góðtakast.
Hann vil ikki siga, hvussu langt, flokkurin er at fara, men hann væntar ikki, at tað verður neyðugt at gera hetta til ein spurning um lív ella deyð hjá samgonguni.
? Tað eru nógvar góðar kreftir í samgonguni, sum vilja verja Føroyar fyri slíkari siðspillu.
Men skuldi tað víst seg, at samgongan ikki er sinnað at gera nakað við tað?
? Vit taka ein dag ísenn, men hesum kunnu vit ikki liva við, endurtekur Jenis av Rana.
Fútin sigur í Sosialinum í gjár, at fer Televarpið at senda porno, fer hann ikki at taka málið upp uttan at onkur beinleiðis meldar. Fert tú at melda?
? Eg havi ikki tikið støðu til, hvat eg fari at gera og um eg fari at melda ella ikki, tí hetta er so nýtt fyri mær. Men fyribils fari eg at reisa málið í samgonguni, sigur Jenis av Rana.
Nú eru tað frammaundan túsundtals føroyingar sum síggja Canal Pluss við parabol. Hvat við teimum?
?Hetta kann ikki samanberast . Eitt felag í Danmark, Týsklandi ella Fraklandi sendir sjónvarp í luftina er ikki umfatað av føroyskari lóggávu og tí kunnu vit onki gera við um slík feløg senda porno ella ikki.
? Men tá ið ein almennur stovnur, sum Føroya Tele í veruleikanum er, fer at vísa pornofilmar, er støðan ein heilt onnur.
? Føroya Tele er eitt alment partafelag, har tað almenna eigur næstan allan partapeningin. Og vit kunnu als ikki liva við, at tað almenna í Føroyum vera við til at føra slíka siðspillu, sum porno er, inn yvir okkum, sigur Jenis av Rana.
Skilir ikki fútan
Jenis av Rana skilir heldur ikki, hvussu fútin kann vísa málið frá sær.
? Tá ið mál um porno og aðra spillu av hesum slagi, taka seg upp, sær fútin eftir øllum at døma tað ikki sum sína uppgávu at gera eitt uppsøkjnadi arbeiði. Tvørturímótri letur hann alt um seg ganga og vil onki gera, fyrrenn tað er meldað.
? Annars setir fútin fyribyrgjandi tiltøk í verk á øðrum økjum, millum annað kannar hann javnan eftir, at bilar ikki koyra ov skjótt fyri at tálma ferðini.
-Jenis av Rana minnist tá ið blaðið Rapport varð bannað fyri nøkrum árum síðani.
?Tá sá fútin tað heldur ikki sum sína uppgávu at gera eitt fyribyrgjandi arbeiði og at fara í eina kiosk at keypa sær eitt blað at vita um tað var ólógligt at selja í Føroyum, ella ikki.
? Tað var ikki, fyrrenn onkur keypti honum eitt blað og legði tað fyri hann og meldaði, at hann gjørdi nakað við málið.
Formaður miðfloksins heldur eisini, at tað verður neyðugt at fáa greiði á, hvussu fútin arbeiðir, og um tað veruliga er so, at tað ?skulu lík á borðið?, áðrenn fútin tekur eitt mál upp.
Og hann heldur eisini at tað hevur týdning at vita, hvar lógarheimildin í slíkum máli ligga.
? Er talan um eitt danskt málsøki so at tað er danska stjórnin, sum hevur alt at siga, ella er tað Løgtingið, sum hevur ábyrgdina.
?Eg vil hava at vita, um tað veruliga er so, Føroya Løgting als ongar heimildir hevur á hesum øki og at vit tískil liva í einum landi, har vit als onga lógarheimild hava í slíkum viðurskiftum, sigur Jenis av Rana.