Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður
Ongin ivi man vera um, at stakir uppihaldarar hava trupul kor, tí so sum samfelagsviðurskiftini eru ídag, røkkur illa bert við einari inntøku, til at tryggja familjuni sámilig kor. Sjálvandi er munur á støkum uppihaldarum eins og øðrum – summi eru betri fyri enn onnur. Men samanumtikið hava stakir uppihaldarar størri trupulleikar enn onnur við at fáa endarnar at røkka saman. Livikostnaðurin í Føroyum í dag – til bústað og fastar útreiðslur og alt annað sum hoyrir gerandislívinum til – er rætt og slætt ov høgur til at ein inntøka kann bera eitt húsarhald hjá eini barnafamilju.
Tí eru landsstýrið og samgongan í ferð við at seta eina røð av serstøkum familjupolitiskum átøkum í verk. Hetta settu vit okkum fyri í fjør vár, tá vit fóru undir fíggjarlógararbeiðið fyri 2007. Hesum boðaði eisini løgmaður frá í røðu síni á Ólavsøku.
Tí eru fleiri átøk sett í verk seinastu tíðina og fleiri eru ávegis, sum av álvara fara at gera mun. Tað skal eg royna at greiða frá út frá teirri framløgu eg hevði á ráðstevnuni hjá føroyskum sosialráðgevarum á Altjóða Sosialráðgevaradegnum tann 28. mars.
Vitanarforðingin er ein stórur trupulleiki
Tann fyrsti stóri trupulleikin vit rena okkum í í Føroyum, er at vit hava ikki møguleikar fyri at áseta og avmarka, hvør er stakur uppihaldari. Vit kunnu skilja millum gift og ógift, onki annað. Men ógift nýtast ikki at vera støk – nógv eru tað heldur ikki, og fáa børn og liva saman í nógv ár, møguliga alt lívið, uttan at vera gift. Og tað eru gift, ið eru farin frá hvørjum øðrum og liva sum støk, annar parturin við børnunum.
Somuleiðis hava vit ongar møguleikar fyri at fáa upplýsingar fram um húsarhald og húsarhaldsinntøku. Vit kunnu bert fáa upplýsingar um inntøkur hjá giftum og ógiftum.
Alt hetta kemur av, at ongin samanbinding er millum persónsupplýsingar í fólkayvirlitinum, bústaðarupplýsingar í nýggju adressuskránni, og inntøkuupplýsingar hjá skattavaldinum.
Av somu orsøk ber snøgt sagt ikki til fyrisitingarliga t.d. hjá skattavaldinum at veita støkum uppihaldarum eina eyka hægri barnafrádrátt. Tá t.d. Tjóðveldisflokkurin kortini kemur júst við slíkum uppskoti, enntá fleiri ferðir uppí saman, so er tað politisk paraduuppskot, sum ikki kunnu setast í verk, tí vit hava ikki fyrisitingarligu møguleikarnar til tess. Landsstýrið og samgongan hinvegin viðurkenna henda trupulleikan, og hava tí gjørt av at gera tað neyðuga arbeiðið, sum skal til, fyri at loysa henda fyrisitingarliga trupulleikan. Meir um tað seinni.
Neyðugt at meta um stakar uppihaldarar
Tá tað enn ikki ber til at fáa tað at vita, mugu vit meta um stakar uppihaldarar út frá ymiskum viðurskiftum. Út frá einsháttaðum upplýsingum í hinum Norðanlondunum og barnatalinum í Føroyum, kunnu vera eini 1100 stakir uppihaldarar í Føroyum. Hyggja vit eftir, hvør fær “Barnagjald til einsamallar uppihaldarar”, so eru tey eini 800 í tali. Og hyggja vit eftir, hvør fær fíggjarligt frípláss á dagstovnunum, eru tað eini 7-800. Her skulu vit minnast til, at bert húsarhaldsinntøkur undir 210 t. fáa fult frípláss – síðan verður tað avtrappað og er burtur longu tá húsarhaldsinntøkan er komin uppá 254 t.
So kanska fevnir hesin bólkurin um eini 1000 stakar uppihaldarar – og teirra børn - sum hava brúk fyri serligum familjupolitiskum átøkum.
Neyðugt við fjølbroyttum tiltøkum
Tað er onki einstakt tiltak, sum einsamalt kann rætta støðuna upp hjá støkum uppihaldarum. Tað er neyðugt við eini røð at tiltøkum, sum bæði rætta seg til møguleikarnar at fáa sær útbúgving, at kunna hava fast fótafesti á arbeiðsmarknaðinum, at kunna sameina arbeiði og familjulív, at kunna hava ein bústað, sum tað ber til at gjalda av einari inntøku, at hava greið foreldramyndugleikaviðurskifti o.s.v.
Tí fevna átøkini víða. Nøkur vera nú sett í verk, og fleiri eru ávegis
Tiltøk sum nú vera sett í verk
Barsilsskipan fyri lesandi. Hetta skapar ungum, ið sum oftast eru støk, møguleika at kunna halda fast við sína útbúgving, um tey fáa børn, við at kunna fara í barnsburðarfarloyvi við fullum lestrarstuðli. Er samtykt við gildi frá í heyst.
Hækkaður lestrarstuðul fyri lesandi forsyrgjarar. Hesi munnu eisini í nógvum førum vera støk. Hetta verður gjørt við at barnaískoytisgjald verður lagt omaná lestrarstuðulin, í fyrsta lagi við 500 kr. mán. Er samtykt við gildi frá í heyst.
Rættarstøðan hjá støkum foreldrum er styrkt við lógarásetingini um felags foreldrarætt, sum fær gildi nú 1. apríl.
Verkætlan um at samanbinda persónsupplýsingar í fólkayvirlitinum við nýggju adressuskránna og skráir hjá skattavaldinum um inntøkuviðurskifti o.t. Við hesum fer at bera til fyri fyrstu ferð í Føroyum at fáa upplýsingar um familju- og húsarhaldsviðurskifti, harí um støk og húsarhaldsinntøkur. Umsókn um játtan til verkætlanina er komin í Løgtingið.
Umlegging av barnafrádráttinum í skattinum til beinleiðis útgjald, soleiðis at hesin stuðulin verður skilligur og eyðmerktur til barnið. Málið er í løgtingsins fíggjarnevnd.
Tiltøk sum eru ávegis
Forsyrgjarar í truplum korum, so sum stakir uppihaldarar, skulu fáa ein hækkaðan barnastuðul. Av tí at hetta ikki kann gerast fyrisitingarliga, má tað byrja sum ein veiting eftir umsókn. Samgongan hevur avgjørt at játta 8 mió. árliga til hetta. Lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið í heyst.
Ráðgevandi toymið fyri ungar kvinnur, sum hava serligan tørv á ráðgeving, t.d. í samband við fosturtøku, ella barnakonur, stakir uppihaldarar ella aðrar. Peningur er settur av á fíggjarlógini til at fara ígongd í heyst.
Nýggj lóggáva um lutaíbúðir kemur fyri Løgtingið eftir Ólavsøku, til tess at fremja lægri bústaðarkostnaðir og betri møguleikar fyri hóskandi bústøðum til ymiskan tørv.
Nýggj leigulóg er ávegis at leggja fyri Løgtingið eftir Ólavsøku, til tess at skapa størri trygd og størri dygd á leigumarknaðinum.
Lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið um at lækka skattin av leiguinntøku munandi, so útboðið av leiguíbúðum kann økjast og minkast kann um trýstið á leigukostnaðin.
Allir løntakarar – eisini tímalønt - skulu hava rætt til endurgjald fyri at kunna vera heima barnsins fyrsta sjúkradag. Í fyrstu syftu verður miðað eftir, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum fáa hetta í lag við sáttmálasamráðingarnar í vár.
Tiltøk at fremja hjá kommununum
Systkinarabatt í barnaansingarstovnum er enn bert í nøkrum fáum kommunum. Hetta eigur at verða sett í verk í øllum kommunum kring landið.
Fíggjarligt frípláss eigur at verða broytt soleiðis, at inntøkumarkið fyri at fáa frípláss verður flutt munandi upp. Í dag svarar tað ikki eingong til eina hálva miðal húsarhaldsinntøku.
Tiltøk úr Visjón 2015 fyri vælferð
Vit eiga at fáa eina skipan við bústaðartrygging, áleið tí stuðuli, sum í øllum hinum Norðanlondunum verður veittur sum eitt ískoyti til høgar bústaðarútreiðslur, samanborið við inntøkugrundarlagið. Hetta eigur at farast undir, tá upplýsingargrundarlagið um húsarhaldsviðurskifti er fingið til vega, og tá leigumarknaðurin er fingin at virka við nýggjari leigulóg.
Á almenna eins og privata arbeiðsmarknaðinum eiga at verða betri farloyvisskipanir, fyrst at barnsburðarskipanin verður longd upp í eitt ár, og síðan at nýggjar smidligar farloyvisskipanir fyri foreldur, at kunna betur sameina arbeiði og familju, serliag meðan børnini eru smá.