- Jørgen Niclasen gongur beint ímóti føroyskum áhugamálum við at vilja brúka íslendsku sendistovuna í Moskva og samstundis nokta at brúka donsku sendistovuna í russiska høvuðsstaðnum, heldur Edmund Joensen, løgtings- og fólkatingsmaður
Tað er á vitjan í Íslandi, at Jørgen Niclasen hevur fingið tilboð frá uttanríkisráðharranum, Ingibjörg Sólrúna Gísladóttir, um at Føroyar kunnu nýta íslendsku sendistovurnar í Genevé og í Moskva. Jørgen Niclasen sigur, at tilboðið um at nýta tænasturnar á íslendsku sendistovuni í Moskva er ein møguleiki hjá Føroyum, til vit hava sett okkara egnu sendistovu á stovn í Russlandi.
- Tilboðini eru enn ein staðfesting av góða samstarvinum millum brøðratjóðirnar Føroyar og Ísland, staðfestir Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, sum fer at taka tilboðið við sær til Føroya til politiska viðgerð.
Edmund Joensen sigur hinvegin, at føroyskur uttanlandspolitikkur hevur slagsíðu, og at landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum undirgrevur møguleikar Føroya í Ríkisfelagsskapinum.
- Slagsíðan sæst í tíðindaskrivi í gjár frá Uttanríkisráðnum á Tinganesi. Í skrivinum fegnast Jørgen Niclasen um, at íslendski ráðharrin hevur boðið Jørgeni at ?nýta tænasturnar á sendistovuni í Moskva?. Harumframt er landsstýrismaðurin endurgivin fyri at siga, at hetta er ein ?møguleiki hjá Føroyum?, sigur Edmund Joensen, sum heldur tað vera merkisvert, at Jørgen Niclasen fyri fáum døgum síðani í føroyskum blað segði, at tað kemur ikki upp á tal at brúka tænastur frá donsku sendistovuni í Moskva.
- Við støðu síni pilkar landsstýrismaðurin við rættindi Føroya í Ríkisfelagsskapinum. Føroyar hava eitt standandi tilboð um at samstarva við væl skikkaðu donsku sendistovurnar uttanlands, og landsstýrismaðurin eigur at brúka henda góða møguleika í Ríkisfelagsskapinum heldur enn at undirgrava hann. Hetta er eisini skilagott, nú almennu inntøkurnar eru víkjandi, heldur Edmund Joensen.
Løgtings- og fólkatingsmaðurin, Edmund Joesen sigur, at Jørgen Niclasen eisini aktivt undirgrevur kappingarstøðuna hjá føroyskum útflutningsfyritøkum.
- Øll vita, at Ísland er ein av okkara størstu kappingarneytum, eisini á russiska marknaðinum. Tí er tað beinleiðis í stríð við føroysk áhugamál, at Jørgen Niclasen nú vil brúka íslendskar uttanlandstænastur í Moskva, sigur hann.