Samgongan fer nú at umrøða møguleikan fyri at gera eina vakstraravtalu fyri Suðuroy.
Tað er úrslitið eftir fundin í Tinganesi síðsta mánadag ímillum kommunurnar í Suðuroy, løgmann, Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum, Óla Breckmann úr A og suðuroyartingmenninar, Johan Dahl úr B og Hendrik Old úr C.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, staðfestir, at skal nakað henda í málinum er fyrsta treytin, at málið kemur til politiska umrøðu í samgonguni og tað kemur tað nú, tí málið er avgjørt áhugavert.
Men um nakað spyrst burturúr, er óvist, tí løgmaður staðfestir, at málið er ikki einfalt.
Fyri tað fyrsta er talan um nógva pening, heldur hann.
Í hesum sambandi kann nevnast, at talan er um at landið skal binda seg til at seta átta milliónir um árið í fimm ár í eina slíka ætlan, ella 40 milliónir tilsamans.
Harafturat staðfestir hann, at tað er arbeiði til allar hendur og skulu nýggjar vinnur setast á stovn, mugu fólk takast úr øðrum vinnum, ella fáast aðrastaðni frá, og heldur ikki tað verður lætt, tí tað er nóg mikið av arbeiði allastaðni.
Sjálvt um arbeiði er til allar hendur, er semja um, at Suðuroy hevur ein stóran bygnaðarligan trupulleika, tí ongi størv eru til fólk við útbúgving og tí er tað neyðugt við eini vakstraravtalu?
- Tað vita vit av og tí er avbjóðingin at skapa førleikakrevjandi størv í Suðuroy, sigur løgmaður.
Men í hesum sambandi heldur hann, at skjøtil er longu sett á eina jaliga gongd í Suðuroy, hóast ongin vakstraravtala.
Hann vísir til skúladepilin í Hovi, sum krevur fólk við útbúgving. Hann vísir eisini til ætlanina at byggja ellis-og røktarheim og heim fyri fyri sinnisveik í Vági. Hann vísir eisini á, at Strandferðslan er flutt til Suðuroyar og at enda vísir hann til ætlaða eftirskúlan í Hvalba, sum eisini krevur førleikakrevjandi størv.
- Tað er avgjørt ein góð byrjan og spurningurin er, hvussu skjótt farast kann fram fyri ikki at renna okkum í tann fløskuhálsin, at vit ikki fáa manna tey størvini, vit skapa.
Merkir tað, at eftirskúlin í Hvalba er á fíggjarlógini?
- Í skrivandi løtu er fíggjarlógin ikki løgd fram, so tað verður spennandi at síggja. Í øllum førum kann sigast, at ætlaði eftirskúlin hevur stóra politiska vælvild, sigur løgmaður.
Les eisini greinina: Ein roynd afturat at sparka lív í Suðuroy.