Jenis av Rana hevði ikki stuðul frá Fólkaflokkin at skriva undir semjuna við danska verjumálaráðharran, Morten Bødskov. Men av tí at Javnaðarflokkurin tók undir við málinum í uttanlandsnevndini, so var meiriluti í uttanlandsnevndini fyri semjuni

Samgongan stendur ikki saman um radaran

Tað var ikki semja í samgonguni um at mæla Jenis av Rana til at skriva undir semjuna um radaran

Jenis av Rana hevði ikki stuðul frá Fólkaflokkin at skriva undir semjuna við danska verjumálaráðharran, Morten Bødskov. Men av tí at Javnaðarflokkurin tók undir við málinum í uttanlandsnevndini, so var meiriluti í uttanlandsnevndini fyri semjuni

Um tað ikki var fyri Javnaðarflokkin, so hevði uttanlandsnevndin ikki mælt Jenis av Rana, landsstýrismanni, til at skriva undir semjuna við danska verjumálaráðharran, og so kundu vit havt eina spenta støðu í ríkisfelagsskapinum.

Tað kann staðfestast, eftir at vit hava spurt allar sjey limirnar í uttanlandsnevnd Løgtingsins um, hvat tey mæltu landsstýrismanninum at gera.

Bill Justinussen úr Miðflokkinum er formaður í uttanlandsnevndini. Hann mælti landsstýrismanninum til at skriva undir.

Tað gjørdu bæði umboðini hjá Sambandsflokkinum eisini, Jaspur Langgaard, og Edva Jacobsen, sum møtti fyri Frimodt Rasmussen.

Men umboðini hjá Fólkaflokkinum vóru ikki fyri, at landsstýrismaðurin skrivaði undir fyrr enn »man hevur fingið nøkur ítøkilig mál avgreidd«, sum Jacob Vestergaard orðar seg. Tí mæltu Fólkafloksumboðini, Jacob Vestergaard og Jákup Mikkelsen, ikki landsstýrismanninum til at skriva undir.

Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum mælti til at landsstýrismaðurin skrivaði undir.

Høgni Hoydal úr Tjóðveldi mælti frá, at landsstýrismaðurin skrivaði undir.

Soleiðis kann staðfestast, at 4 atkvøður vóru fyri, og 3 atkvøður vóru ímóti, at landsstýrismaðurin skrivaði undir avtaluna við danska verjumálaráðharran um nýggjan radara á Sornfelli.

So hóast Jenis av Rana sigur, at »tað var massiv undirtøka í uttanlandsnevndini«, so sampakkar tað ikki við tað, sum teir sjey limirnir í uttanlandsnevndini sjálvir siga.