Samgongan váttar: Góðar inntøkur fáa mest í skattalætta

? Endamálið við ætlaða skattalættanum hjá samgonguni, er at stimbra vinnulívið, sigur Bárður Nielsen

Skattalættin

? Tað er rætt, at tað verða tær góðu inntøkurnar, sum fáa tann størsta skattalættan í krónum og oyrum.
Tað váttar Bárður Nielsen, úr sambandsflokkinum.
Eftir ætlan skuldi hann veljast til landsstýrismann í fíggjarmálum seinnapartin í gjár og sostatt verður tað hann, ið kemur at standa á odda fyri skattapolitikkinum hjá samgonguni.
Síðani samgongan varð skipað, hevur nógv verið tosað um ætlaða skattalættan, sum samgongan ætlaði at lata.
Útrokningar, sum Útvarpið og Sjónvarpið fingu Toll- og skattstovuni at gera mánadagin, vísa, at hetta ein skattalætti, sum mest kemur teimum góðu inntøkunum til góðar.
Hinvegin fáa vanligar verkamannalønir lítlan og ongan skattalætta.
Tí hava vit spurt høvuðsmannin aftanfyri skattalættan, Bárð Nielsen úr sambandslfokkinum, um hann er samdur við útrokningunum.
Og hann váttar, at í krónum og oyrum verða tað tær hægru inntøkurnar, sum fáa teir størstu skattalættarnar.
Hann sigur eisini, at skattalætti, sum samgongan hevur sett sær fyri at fremja, verður í høvuðsheitinum veittur eftir teirri ætlan, sum sambandsflokkurin hevur arbeitt við nú í langa tíð nú.
Men samgongan hevur samstundis gjørt greitt, at skattalættin skal í mesta lagi kosta 60 milliónir um ári í hesum valskeiðnum, ella 240 milliónir tilsamans.
Men í útrokningunum hjá Toll- og skatt, fer ætlaða skattalættin bara í ár at kosta yvir 100 milliónir, bara í ár.
?Tað kemur hann ikki at kosta, sigur Bárður Nielsen. Hann sigur, at samgongan hevur gjørt av, at skattalættin skal ikki kosta meiri enn 60 milliónir um árið. Vísa útrokningar, at ætlaði lættin fer at kosta meiri, verður skattalættin lækkaður, so at hann ikki kostar meiri enn 60 milliónir.
? Tað er ein treyt í samgonguni, at tað skal ikki kosta meiri enn 240 milliónir tilsamans. Endamálið er at lækka skattin við teimum prosentum, sum eru nevnd í undirskjalinum til samgonguskjalið, men fer kostnaðurin upp um 60 milliónir, verður skattalættin endurskoðaður.

Stimbra vinnuna
Bárður Nielsen sigur, at endamálið við skattapolitikkinum er at gera eina meiri proportionala skipan.
? Tað gera vit, fyri at løntakarar ikki skulu gjalda so nógvan skatt av teimum síðst vunnu krónunum,
Hann sigur, at tað, sum er hent seinastu árini, er, at løntakarar hava goldið 55- ella 56% í skatti av teimum lønarhækkingum, teir hava fingið.
? Tað merkir, at hvørja ferð, ein arbeiðari hevur fingið fimm krónur í lønarhækking, eru tríggjar krónur farnar í skatti.
-Hann sigur, at hetta førir við sær, at lønartrýstið alsamt herðist.
Hann vísir eisini á, at hóast lønirnar eru nógv hækkaðar síðani 1997, er keypiorkan hjá einum arbeiðara lækkað.
? Sostatt tekur skattapolitikkurin, sum hevur verið rikin hesi seinastu árini, bæði kappingarførið undan vinnuni og arbeiðshugin frá fólki.
Bárður Nielsen sigur, at endamálið við vinnupolitikkinum er at stimbra vinnulívið.
? Tað gera vit við at forða fyri einum stórum lønarvøkstri og tað gera vit best við at lækka skattin á teimum seinast forvunnu krónum.
Hann sigur, at hetta er nú vent á høvdið, so at summi hava ført fram, at vit lækka skattin fyri at stimbra vinnulívið.
? Tað er akkurát øvugt. Vit ætla at stimbra vinnulívið fyri at skapa vøkstur. Tá ið vøksturin er skaptur, koma vit at mangla arbeiðsmegi. Men fyri at fáa fleiri arbeiðstímar burturúr arbeiðsstyrkini, sum er, mugu vit lækka skattiin á seinast forvunnu krónunum fyri at stimbra arbeiðshugin.
?Sostatt ætla vit at stimbra vinnulívið við øðrum tiltøkum, men fyri at tryggja vinnulívinum arbeiðsmegi, lækka vit skattin.

Natúrlig gongd
Annars skilst á Bárði Nielsen, at hann heldur, at tað er natúrligt, at tey, sum forvinna nógv, eisini fáa størstan skattalættan í krónum.
? Ein, sum forvinnur heilt lítið, betalir kanska bara 25-30% í skatti. Eg haldi ikki, at tað er rímiligt, at ein ein slík løn eigur at fáa skattalætta.
Bárður Nielsen sigur, at hesi seinastu árini hevur lønarvøksturin verið so stórur, at skattalættarnir hava onki munað, soleiðis sum undanfarna samgonga skipað teir. Í veruleikanum er samlaða skattatrýstið er økt 3%.
? Tí virkar skattaskipanin ikki, sum ætlanin var og tí er eisini neyðugt við eini kollveltandi broyting.
Men hann vísir eisini á, at ætlaði skattalættin førir við sær, at øll fáa ein lætta. Hann hevur sett fleiri vanlig huski upp sum dømi og har fáa tey flestu ein stóran skattalætta.
Eitt dømi eru um eini hjún, har annar hjúnafelagin forvinnur 150.000 krónur og hin forvinnur 250.000 krónur, ella tilsamans 400.000 krónur. Tey fáa 17.920 krónur í skattalætta.
Eini hjún, har annað forvinnur 100.000 krónur og annað 300.000 krónur, fáa tilsamans 24.820 krónur í skattalætta.
Eini onnur hjún, har annað forvinnur 100.000 krónur og annað 200.000 krónur, ella tilsamans 300.000 krónur, fáa 9.820 krónur í skattalætta.
Ein einsamøll inntøka uppá 150.000, fær 2.760 krónur í skattalætta. Ein inntøka uppá 250.000 krónur, fær 15.160 krónur í skattalætta og ein inntøka uppá 350.000 krónur, fær 26.660 krónur í skattalætta, vísa útrokningarnar hjá samgonuni.