Ja, nú hoyrdu vit tað eisini. Tað er vorðið eitt samgongumál, um Henning Jacobsen, nú fyrrverandi landsverkfrøðingur, hevur hug ella ikki at verða settur aftur sum landsverkfrøðingur!
Síðani 1. apríl 1948 hevur Landsverkfrøðingurin virkað undir skipaðum viðurskiftum, har stovnsleiðarin hevði beinleiðis samskifti við landsstýrísmannin. Í desember 1996 varð vinnumálastjóri settur. Bygnaðurin skuldi broytast og aðalstýri setast á stovn sum eitt millumlið millum landsstýrismannin og stovnarnar.
Hetta kann ein hava so mangar meiningar um. Men fyri tann, sum situr í einum almennum leiðarasessi hevur hetta fleiri spurningar við sær. Tann fyrsti man helst vera, um eins egna starvssetan og veruleikin eftir broytingarnar eru sambærligar, ella um broytingarnar í veruleikanum eru ein uppsøgn.
Tann næsti spurningurin fyri eitt ábyrgdarfólk man helst vera, hvussu skipanin fæst at virka eftir broytingarnar.
Hesir báðir spurningarnir hava fyri so vítt einki við hvønn annan at gera. Og tó! Hesir báðir spurningarnir avdúka, hvør maðurin er! Skilamaðurin hugsar um, hvussu hann kann sleppa førninginum fram á vegin. Tann sjálvsøkni hugsar bert um seg og síni.
Tann 30. mai 1997 skrivar Landsverkfrøðingurin til landsstýrið, att.: Arne Poulsen, vinnumálastjóra. Brævið viðger ein smálut í sambandi við hangarin á flogvøllinum, sum er ogn landsins. Skrivið endar soleiðis:
»Samanumtikið kann sigast, at hiðani tykist tað hvørki sømiligt ella rationelt soleiðis einaferð um árið, tá ið fíggjarætlanin verður løgd, at flyta umsitingina av einum oljutanga nú og einum bygningi tá, alt eftir, hvat onkur kemur í tankar um.«
Tann 17. juni 1997, góðar tvær vikur seinni, sendir Vinnumálastýrið eitt skriv við eini áheitan um
»at Vinnumálastýrið og Landsverkfrøðingurin í felag nærri definera uppgávurnar hjá Landsverkfrøðinginum.«
Dagin eftir, tann 18. juni 1997 skrivar Landsverkfrøðingurin aftur til Vinnumálastýrið, at hugskotið er gott.
»Við tað at summarfrítíðin er við at vera á okkum, og nevnda arbeiði helst skal gerast, tá ið stundirnar eru frægast, verður skotið upp at taka hetta upp aftur fyrst í september 1997. Roknað verður við, at tygum kalla inn til fyrsta fundin.«
Gomul skjøl við uppskotum og skrivum verða hjáløgd.
Løgmaður Edmund Joensen skrivar út nýval 18. mars 1998. Tann 25. mars 1998 skrivar Arne Poulsen, vinnumálastjóri, eitt uppskot til reglugerð fyri Landsverkfrøðingin og fer sjálvur til Henning Jacobsen við uppskotinum og heldur, at teir yvir borðið kunnu fáa hetta uppá pláss.
Tað ber sjálvsagt ikki landsverkfrøðinginum til at viðgera eitt slíkt mál soleiðis uppá kvamsvís. Tann 3. apríl verður skriv sent vinnumálastjóranum. Hetta skriv endar soleiðis:
»So samanumtikið meta vit, at møguleiki er fyri at finna fram til eitt úrslit, ið er nýtiligt nøkur ár fram, um tíð og kreftir verða nýttar frá nú av og út á heystið at koma hartil.«
Tann 14. apríl 1998 skrivar vinnumálastjórin aftur til Landsverkfrøðingin við áheitan um at fáa reglugerðina lidna,
»...áðrenn av álvara verður farið undir fíggjarlógararbeiðið fyri 1999.«
? sum um hesi bæði málini høvdu nakað stórvegis við hvørt annað at gera! Landsverkfrøðingurin fær freist til 21. apríl 1998.
Landsverkfrøðingurin skrivar aftur tann 20. apríl við nærri grundgevingum fyri, hví ikki ber til soleiðis uppá kvamsvís at áseta eina reglugerð. Skrivið endar við orðunum:
»Niðurstøða: Hiðani verður aftur mælt til ? sum fleiri ferðir áður ? at nýta neyðuga tíð og orku fyri at koma fram til eitt úrslit, ið er nýtiligt nøkur ár fram.«
Hjálagt verður avrit av skrivi frá Landsverkfrøðinginum, dagfest 17. februar 1998, viðvíkjandi eini nøktandi mannagongd í sambandi við viðgerð av leigusáttmálum á havnaøkjum.
Tann 24. apríl 1998 skrivar Arne Poulsen, aðalstjóri, til landsverkfrøðingin, at Edmund Joensen, løgmaður, hevur undirskrivað eina reglugerð fyri stovnin tann 22. apríl 1998, 6 dagar fyri val. Havandi í huga, at hendan reglugerð hevur tvey punkt 6 kunnu vit ímynda okkum tann ómak, sum gjørdur er. At tað so eisini í grein 1, stk. 2 stendur, at Vinnumálastýrið ásetur tær reglur, sum til eina og hvørja tíð skulu galda fyri stovnin, sigur eisini eitt sindur um maktgirndina. Har er ikki pláss fyri nøkrum landsstýrismanni!
Um løgmaður Edmund Joensen hevur fingið nakra rímiliga kunning um hetta málið kunnu vit onnur so loyva okkum at ivast í.
Tann 24. apríl, tveir dagar eftir at ovasti starvsfólkaleiðari landsins hevur fingið reglugerðina fyri stovnin til undirskrivingar, sendir ein fulltrúi faks til Landsverkfrøðingin:
»Vinnumálastýrið hevur sent LV nýggju reglugerðina fyri stovnin, samtykt av løgmanni 22. apríl. Tað skiltist á viðmerkingunum frá stovninum, dagfestar 20. apríl, at ymisk viðurskifti innan arbeiðsøki stovnsins eru broytt so mikið, at uppskot stovnsins frá 1990 um reglugerð ikki í øllum førum samsvarar við veruleikan. Umframt tey evni, ið longu eru fráboðað í skrivinum frá 16. apríl 1998 viðv. komandi fundi um virksemi stovnsins, verður tí eisini høvi á hesum fundi at nema við spurningin um møguligar justeringar í teim pørtum av reglugerðini, ið viðvíkja arbeiðsøki stovnsins.«
Disse var ordene!
Hvussu kenst hetta fyri ein professionellan embætismann á hálvtrýssinstjúgunda ári við 23 ára royndum á einum av stinnastu almennu fyrisitingum í Føroyum?
Tann 29. apríl verður faks sent frá Landsverkfrøðinginum ? eftir drúgva umhugsan og eftir hálvtannað ára stríð við eini nýggjari umsiting:
»Undirritaði dugir ikki at síggja nakra meining í tí ? sum tygum mæla til ? at tosa um vantandi veruleika aftanfyri skjøl, sum júst eru undirritaði av løgmanni og arbeiðsgevara tygara.
Vit verða ivaleyst før fyri at gera uppskot til fíggjarætlan fyri 1999 um tygum faxa okkum karmarnar.
Vinarliga Henning Jacobsen«
Tann 30. apríl var val og nakrar dagar seinni var landsstýrismaðurin Finnbogi Arge settur. Hann setir seg inn í síni viðurskifti og tosar sjálvsagt eisini við landsverkfrøðingin Henning Jacobsen. Vit onnur hava sjálvsagt fingið munnligar fráboðanir um, hvat teir hava tosað um og m.a. hevur landsverkfrøðingurin nevnt truplu arbeiðsviðurskifti síni, og at hann umhugsaði sína støðu sum landsverkfrøðingur, sum nú einki hevði við tey arbeiðsviðurskifti, sum hann var settur tænastumaður uppá.
Nakrar dagar seinni skrivar hann hesi sjónarmið niður og gevur Finnboga Arge, landsstýrismanni, tað í trúnaði.
Men hetta skriv er ikki annað enn tann støða, sum tað formella starvið sum landsverkfrøðingur var komið í. Henning persónliga hevði ikki givið skarvin yvir, at okkurt skil mátti koma á, tá umsitingin vaks við uppgávuni og við árunum. Hann vildi ikki lata stovnin upp fyri skutil! Hann ynskti ? og ynskir væl enn ? at førningurin, sum liggur á okkum, ikki verður sleptur á fjall.
Ikki fyrr enn hálvtannað ár eftir at bygnaðarbroytingarnar hjá Finn Normanni Christensen vóru settar í verk, setir Henning Jacobsen seg við sínum egnu, persónligu arbeiðsviðurskiftum ? og gevur enntá landsstýrismanninum hetta til eina ?hálv-privata? kunning.
Hetta sigur nakað um mannin, um stovnin og um tað, sum vit halda okkum síggja er uppá spæl!
Hesin sami vinnumálastjórin hevur nú sent sín næsta landsstýrismann (tveir av tveimum!) út í eitt politiskt ódnarveður, sum verður trupult at yvirliva ? bæði fyri landsstýrismannin sjálvan og fyri samgonguna.
Undanførslan fyri hesum ódnarveðri er ein tilvildarlig ferð hjá nøkrum tilvildarligum monnum í einum tilvildarligum landi til eina tilvildarliga tíð og við einum tilvildarligum endamáli ? úrslitið er eins tilvildarligt: Strandferðslan og Landsverkfrøðingurin skulu kasta saman ? og tað skuldi gerast inn í jólahalguna!
Men hvar er sami vinnumálastjóri nú í ódnarveðrinum? Hvar er ?lívverjin? hjá landsstýrismanninum? Hvar er tann loyalitetur, sum eftir vanligum professionellum mátistokki eigur at krevjast av umsitingini í Tinganesi?
Nei, løgmaður, landsstýrismaður og samgonga halda seg helst standa púra hjálparleys í einum máli, sum í veruleikanum als ikki er teirra.
Hetta málið snýr seg ikki um rationaliseringar, bygnaðarbroytingar ella nakað sum helst á hesi leið. Hetta snýr seg um smábørn, sum hava fingið maskinbyrsu í hond og lata løgting og landsstýri upp fyri skutil, fyri sjálv at sleppa fram at.
Málið um Henning Jacobsen er ikki ein persónspurningur, men ein prinsippspurningur um hvørjar leiðarar og hvørji leiðsluprinsippir vit velja! Tí kann persónurin Henning Jacobsen, stovnurin og málið ikki skiljast frá hvørjum øðrum!
Noyðast vit veruliga longur niður í díkið?
Deildarleiðararnir hjá Landsverkfrøðinginum
Signar P. Heinesen
Arnstein Niclasen
Levi Hentze
Hans Biskopstø
Finnleif Durhuus
Jógvan Nolsøe
Óli M. Petersen
Petur á Lava Olsen