Samgongur

Valið 20. januar 2004 var ein sigur fyri sjálvstýristilgongdina í Føroyum.

Teir flokkar, sum hava stríðst við hond og fót ímóti at vit skulu gerast eitt sjálvstøðugt ríki, høvdu fyri valið 46,9% av atkvøðunum. Valdagin tann 20. januar fingu teir 45,6, ein afturgongd upp á 1,3%. Har afturat kom, at tí vallóg fyri at takka, sum javnaðarløgmaðurin í 1978 við undirtøku frá Sambandsflokkinum fekk ígjøgnum, misti Sambandsflokkurin ein mann.
Úrslitið er sostatt, at teir flokkar, sum eftir valið 1998 fóru til verka við tí bjarta endamáli at vinna okkum frælsi, fingu 16 av 32 tinglimum, og einki landsstýri kann skipast uttan um teir.
Stóðu hesir flokkar saman, so var bara at fáa ein tingmann afturat at lata vera við at atkvøða ímóti teimum, og so kundu teir stýrt Føroyum fram til 20. januar 2008. Hetta skuldi ligið væl fyri, tí í tí samgongu, sum var skipað eftir valið í 2002, var Miðflokkurin eisini við, og hann hevur ikki sambandspolitikk sum sítt fremsta mið. Hesin flokkur var tann veruligi vinnarin av valinum og fór eitt umboð fram.
Nú skuldi so bara verið at hildið saman hjá sjálvstýrisflokkunum.
Men tíverri tykist støðan at vera sum í Runsival á sinni, tá ið tólvjavningarnir viltust og hvør mót øðrum slóg. Tað er nevnliga vandi fyri, at persónligt agg kann forkoma sjálvstýristilgongdini.
Skuldi hetta hent, so vita vit eitt, og tað er, at gleðirómurin hevði ljómað hvøllur á Christiansborg. Síðan landsstýrið varð skipað í 1998 hevur danska stjórnin og hennara skutilssveinar ligið sjálvstýrissamgonguni eftir lívinum. Hesar myrkursins kreftir hava nýtt øll vápn fyri at forða hesum landsstýri at seta í verk bjørtu ætlan sína.
Hetta má ikki eydnast teimum!
Øll orsøk er hjá hesum flokkum at seta seg niður at fáa greiðu á teimum illstøðum, sum eru íkomnar, og fáa tær beindar av vegnum. Tað ber ikki til, at Føroya land ikki skal fáa frælsi, av tí at teir menn og tær kvinnur, vit hava sett okkara álit á, í hesu lagnustund seta sín egna persón fram um bjarta mál okkara.