Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, eisini kallaður Samhaldsfasti, hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 3% frá 01. januar 2017.
Tað sigur grunnurin í einum tíðindaskrivi í dag.
Tað merkir, at eftirlønin hækkar úr kr. 3.910 um mánaðin í kr. 4.025 um mánaðin. Tað hevur við sær, at samlaða eftirlønin úr samhaldsfasta verður komandi ár. kr. 48.300.
Lóguin um grunnin sigur, at stýrið í grunninum skal hvørt ár áseta útgjaldið í seinasta lagið 01. oktober.
Í 2015 blivu tilsamans útgoldnar úr grunninum kr. 268 mió, meðan tað í 2016 verður mett at verða kr. 360 mió.
Stýrið í Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum ásetir útgjaldið eftir tilmæli frá umsitingini.
Umsitingin tekur tvey høvuðsatlit: at pengarnir halda yvir tíð og at veitingin er inflatiónstryggja.
Í stýrinum fyri grunnin sita:
Annfinn V. Hansen, formaður
Marita V. Rasmussen, stýrislimur
Georg F. Hansen, stýrislimur