Sami peningur kann ikki inntøkuførast fleiri ferðir, Jan!

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu


Eitt av okkara góðu orða­­tøk­um sig­ur, at »ilt er at læra gaml­an hund uppi at sita«. At hetta eru fyrnd­arorð, hevur fyrrverandi borgarstjórin, Jan Christ­iansen, prógvað í ríkiligt mát, nú hann fleiri ferðir  enntá í størsta álvara  hev­ur mælt til, at kommu­nalur peningur verð­ur inn­tøkuførdur fleiri ferð­ir!
Í sínum alternativa upp­skoti, tá fíggjarætlanin fyri 2006 varð samtykt í Tórshavnar býráð, mælti minni­lutin millum ann­að til, at tað átti at komið borg­arunum í Tórs­havn­ar kommunu til góð­ar, at komm­un­an fær aft­ur­­gold­ið nógv­an pen­ing úr kommu­nala veðhaldsgrunninum. - Ja, Jan hetta er komið borg­arunum til góðar.
Peningurin úr kommu­nala láns- og veðhalds­grunninum, vanliga róptur kreppulánsgrunnurin, er longu inntøkuførdur í roknskapinum hjá Tórs­havnar kommunu. Og tað ber ikki til at inntøkuføra sama pening fleiri ferðir!
Um hugt verður í lítla faldaran »Tórshavnar komm­una í tølum 2005« ella undir teigin »Tórshavn í tølum« á heimasíðuni hjá kommununi (torshavn.fo), ber til at síggja, at árini frá 1994 til 1997 var eitt prosent lagt aftrat vanliga skattaprosentinum. Hetta er tann inntøkan, Tórs­havnar kommuna lánti í kreppulánsgrunnin.
Síðani hevur í fleiri ár staðið í viðmerkingunum til roknskapin hjá Tórshavnar kommunu, at »upphæddin í Kommunala láns- og veð­haldsgrunninum er tann av komm­un­uni inn­­goldna, frá­trekt tað, komm­un­unn­ar part­ur er niður­skriv­að­ur við vegna hjálp til skuld­artyngdar komm­un­ur og tað, sum kommunan hevur fingið útgoldið úr grunninum.«
Í ár heldur grunnurin upp­at at virka, innistandandi verður gjørt upp, og Tórs­havnar Kommuna fær sín part áleið 22 milli­ónir krón­ur ið verða aftur­rind­að­ar, men uttan at tær kort­­ini kunnu inntøku­før­ast nú, tí tað eru tær longu frammanundan. Tí ber held­ur ikki til, sum minni­lutin hevur skotið upp, at rokna við hesum peningi sum nýggjari inntøku.
Í einari allarsíðstu roynd at »læra gamlan hund uppi at sita«, skal eg koma við einum lítlum dømi, ið átti at gjørt hetta klokkuklárt: Um eg láni 100 krónur frá Jan og síðani beri honum tær aftur, er hann ikki bliv­in 100 krónur ríkari fyri tað!
Ei heldur verður Tórs­havnar kommuna 22 milli­ónir krónur ríkari av, at hesar somu 22 milliónir verða bornar aftur úr kreppu­lánsgrunninum. Tí ber tað snøgt sagt ikki til, sum Jan Christiansen skrivar, at »hesar 22 milli­ónirnar eiga at leggjast aftrat inntøkusíðuni«.
Vónandi stendur tað nú einum og hvørjum greitt, at einki fíggjarligt grundarlag var undir ynskinum hjá Jan Christiansen og minni­lutanum um at halda fram við sama skattaprosenti, uttan at ætlaða virksemið hjá Tórshavnar kommunu verður skert tilsvarandi.