Samira mátti lata hermenninar kanna um hon var jomfrú

Tann 25 ára gamla Samira Ibrahim noyddist at lata stjórnarhermenninar kanna, um hon veruliga var jomfrú. Men hon var ikki tann einasta kvinnan, sum var fyri ágangi, tá egyptar fóru út á gøturnar at krevja demokrati

– Eg lá har nakin, og eg kendi tað, sum at eg var við í einari framsýning við áskoðarum, sigur Samira Ibrahim. Hon var ein av teimum nógvu egyptisku kvinn­unum, sum máttu finna seg í ein­ari sokallaðari jomfrú-kanning undir kollveltingini í fjør.
– Eg fekk boð um at lata meg úr buksunum. So bóðu teir meg gleiva, og so skuldi ein av monnunum kanna meg, sigur Samira við norska kringvarpið NRK. Hon hevur ilt við at siga frá tí, sum hendi, men royndirnar hava víst, at hennara søga er tann sama søgan sum hjá nógvum øðrum kvinnum, sum mót­mæltu og kravdu demokrati í Egypta­landi. Munurin á henni og hin­um er, at hon hevur torað at siga, hvat hendi.
Søgurnar um tær egyptisku kvinn­ur­nar undir kollveltingini standa í einari nýggjari frágreiðing, sum Amnesty International legði fram fyri nøkr­um døgum síðani. Har sæst, at nógvar egyptiskar kvinnur vóru fyri harð­skapi og ágangi, men at teir, sum framdu harð­skapin og ágangin, sluppu undan revsing.
Jomfrúkanning
Frágreiðingin hjá Amnesty Internatinal staðfestir, at egyptiski herurin og løg­reglan pínfu fleiri fólk, sum vórðu tikin í sam­bandi við mótmælini, og at nógvir fangar eisini vóru fyri kynsligum ágangi.
Ágangurin ímóti teimum kvinnuligu fangunum var ofta av kynsligum slagi, og endamálið var at ræða kvinnurnar til at sita heima við hús heldur enn at taka lut í mótmælunum.
Tann 9. februar í fjør var eitt mót­mælis­tiltak á Tahrir-plássinum í Kairo, og Samira Ibrahim og seytjan aðrar kvinnu vórðu tiknar.
– Teir dróu meg eftir hárinum frá Tahrir-plássinum til Tað Egyptiska Savnið. Har spulaðu teir okkum við køldum vatni og píndu okkum við at geva okkum elektriskan stoyt, sigur Samira við NRK.
Hermenninir góvu kvinnunum molotov-bumbur og tóku myndir av teim­um við bumbunum, tí á tann hátt skuldu teir hava prógv fyri, at teir høvdu tikið kvinnurnar, tí tær vóru vápn­aðar. Tá hetta var liðugt, fóru her­menn­inir til eitt loyniligt stað við kvinn­unum, tí nú skuldu teir kanna, um tær vóru jomfrýr.
Samira Ibrahim greiðir frá, at ein maður í hermannabúna kannaði undir­lív hennara fyri at vita, um hon veru­liga var jomfrú. Hesar kanningar verða mettar sum eitt slag av píning, um tær verða gjørdar uttan samtykki frá kvinn­uni.
– Hermenninir og yvirmenninir stóðu og hugdu at, tóku myndir og stutt­leikaðu sær. Tá eg bað teir fara, góvu teir mær elektriskan stoyt í búkin og niðr­aðu meg á ein sera ágangandi hátt. Eg orkaði ikki meiri. Um hasin mað­urin var lækni, hví brúkti hann so fimm min­uttir til at kanna meg?

Vann rættarmál
Samira er tann einasta av teimum 18 kvinnunum, sum vórðu tiknar á Tahrir-plássinum tann dagin, sum hevur greitt frá, hvat hendi teimum. Hinar tordu ikki. Tær ræddust skommina og for­døm­ingina.
Men tað eru nógvir egyptar, bæði menn og kvinnur, sum halda, at Samira Ibrahim gjørdi tað rætta. Á nógvum húsaveggjum í miðbýnum í Kairo eru tekningar við andliti hennara, og fleiri vildu fegin sleppa upp á myndir saman við henni.
Við hjálp frá pápanum og hinum í familjuni gjørdi Samira av at fara til dómsvaldið við tí, sum var hent sær, hóast hon bleiv løgd undir at lúgva og bleiv hótt við lívinum. Men hon vann. Í desember í fjør staðfesti rætturin, at jom­frúkanningar eru bannaðar í Egypta­landi. Men heryvirmaðurin, sum kannaði Samiru og hinar kvinn­urnar tann dagin í mars í fjør, bleiv frí­kendur.
– Hermaðurin kom fyri ein hern­aðar­dómstól, og tað kom ikki óvart á okkum, at hann bleiv fríkendur, sigur Samira við NRK. Kortini er hon fegin um úrslitið av rættarmálinum.
– Eg tapti ikki málið. Eg vann á hern­aðarráðnum, tí eg noyddi tað at seta forboð fyri jomfrúkanningum í øll­um fongslunum. Eg vann ikki bara á hern­aðar­ráðnum, men øllum tí egypt­iska lógarverkinum, sigur hon.

Ikki revsivert
Í frágreiðingini hjá Amnesty Inter­national sæst, at teir egyptisku myndug­leikarnir valdu nakrar kvinnur burtur úr teirri mótmælandi mannfjøldini við tí fyri eyga at misbrúka tær.
Nú, fleiri mánaðir aftaná, sita tær út­valdu kvinnurnar eftir við einari um­bering, men einki av teirra málum er kannað.
At menn sleppa undan revsing fyri hetta slagið av mannarættindabrotum er ein fráboðan um, at kynsligur ágang­ur ímóti kvinnum verður ikki mettur sum revsiverdur ágangur, sigur Amnesty International.