Samkynd aftur til viðgerðar í løgtinginum

266-B Miðflokkurin sær nú ein møguleika fyri at fáa tey samkyndu strikaði aftur úr nógv umstríddu grein 266-b í revsilógini, men helst skal øll lógargreinin avtakast

- Vit fara at gera alt, sum stendur í okkara makt fyri at fáa grein 266-b í revsilógini strikaða aftur.
Tað staðfestir Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.
Nú er nógv sum bendir á, at tiltikna og illa umstrídda grein 266-b í revsilógini aftur kemur til politiska viðgerð í Løgtinginum.
Í kjalarvørrinum á, at ein, ið nevndi seg Hans Davidsen, nakað síðani legði eftir brekaðum á Facebook, segði Annika Olsen, landssýriskvinna í innlendismálum við Portalin, at hon fer at umhugsa at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta grein 266-b í revsilógini, so at hon eisini skal umfatað brekað.
Hesum hevur Meginfelag Teirra Brekaðu, tikið fult undir við.

Gera alt í okkara makt
Hendir tað, er ongin ivi um, at tað fer at vera minst líka hart stríð í Løgtinginum aftur hesuferð, sum tað var, tá ið Løgtingið fyri góðum trimum árum síðani viðgjørdi málið um at grein 266-b eisini skuldi umfata kynsliga samleikan hjá fólki.
Í øllum førum staðfestir Jenis av Rana avgjørdur, at kemur grein 266-b aftur til viðgerðar í Løgtinginum, fer Miðflokkurin at gera alt, sum stendur í hansara makt fyri at fáa løgtingið at broyta hesa lógargrein aftur so at tey samkyndu verða tikin burtur úr henni aftur.
- Verður málið lagt fyri Løgtingið aftur, kann alt henda og vit fara at gera tað, vit kunnu, fyri at fáa Løgtingið at bakka aftur til støðuna sum hon var, áðrenn lógin varð broytt upp undir jól í 2006, tá ið hon eisini kom at umfata kynsliga samleikan hjá fólki, sigur hann.
Í hesum sambandi fer flokkurin at royna at fáa ein meiriluta tvørtur um floksmørk í Løgtinginum fyri at broyta 266-b aftur.
Hinvegin leggur hann afturat, at nú Annika Olsen hevur nevnt møguleikan at broyta lógina, fer Miðflokkurin at umhugsa at reisa sjálvur og at royna at savna ein meiriluluta í løgtinginum fyri at broyta lógina aftur.

Hvar enda vit?
Tað, sum hevði hóvað Miðflokkinum allarbest, er, at lógargreinin 266-b verður fullkomiliga strikað, øll sum hon er.
- Vit eru sannførd um, at øll eru vard av revsilógini og at tað er óneyðugt at nevna nakrar ávísar bólkar yvirhøvur.
- Tí vilja vit heldur avtaka alla lógargreinina enn at byggja hana út við at lata hana fevna um fleiri og fleiri bólkar.
- Skulu vit nevna ávísar bólkar í samfelagnum, er vónleyst at siga, hvar vit enda, tí tá kunnu tað verða so nógvir bólkar, sum koma upp á tal at verða nevnd.
Letur tað seg ikki gera at strika alla greinina, vil Miðflokkurin heldur hava hana styrkta, so at hon kemur at umfata øll, uttan at nevna nakran ávísan.
Formaðurin í Miðflokkinum leggur tó afturat, at stendur valið ímillum at lata 266-b standa sum hon er, ella lata hana umfata brekað eisini, tekur flokkurin sjálvandi undir við at nevna tey brekaðu eisini.
Men undir øllum umstøðum fer flokkurin at royna tað, hann hann er mentur, fyri at fáa orðingina um kynsliga samleikan burtur úr lógargreinini.
- Tað er av heilt øðrum orsøkum, sum hava verið nógv umrøddar og sum tað ongin orsøki er til at endurtaka, sigur hann.
Hann sipar sjálvandi til tað átrúnaðarliga orsøkirnar, sum hava verið nógv viðgjørdar í hesum sambandi.
Les eisini aðrar greinar í blaðnum í dag um sama evni.