Samráðast enn um treytirnar til SAS

Summar treytir, landsstýrið hevur sett SAS, bera ikki til, siga danskir myndugleikar

Tað eru danskir myndugleikar, sum skulu geva SAS loyvi til at flúgva upp á Føroyar.

 

Tað staðfestir Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum.

 

Men danskir myndugleikar skulu geva loyvið samráð við føroyskar myndugleikar, leggur hann afturat.

 

Bjørn Kalsø, Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt landsstýrismannin, hvørjar treytir SAS skal lúka fyri at sleppa at flúgva upp á Føroyar

 

Og Poul staðfestir, at danskir myndugleikar halda, at summar av treytunum, føroyskir hava sett, kunnu ikki setast fyri at fáa loyvi. Ístaðin eru hetta treytir, sum hoyra undir kappingarmyndugleikunum í Føroyum og í Danmark, tí tær kunnu ikki ásetast í sjálvum loyvinum.

 

Poul Michelsen sigur, at landsstýrið tekur undir við, at vit fáa kapping á føroyaflúgvingini. Men hann staðfestir samstundis, at landsstýrið leggur stóran dent á at talan verður um javnbjóðis kapping, og tað hevur landsstýrið eisini gjørt donskum myndugleikum greitt.

 

Í hesum sambandi vísir hann á, at Atlantsflog má metast at hava skyldu til at flúgva alt árið, eisini um veturin, tá ið ferðafólkatalið er minni.

 

– Hetta er ein skylda, sum kann leggja fíggjarligar byrðar á felagið, serliga nú eitt annað flogfelag kemur inn á somu rutu, sigur Poul Michelsen.

 

– Og fyri at tað ikki skal vera ójøvn kapping, eitur SAS at fáa somu treytir, og at flúgva alt árið.

 

Eisini heldur landsstýrið, at samstarv, sum longu eru ímillum Atlantsflog og SAS, og sum er til gagns fyri føroyska brúkaran, skal halda fram.

 

Danskir myndugleikar halda, at eftir lógini kunnu summar av hesum treytum ikki setast. Men verða tær treytir, sum eru settar, ikki hildnar, hava myndugleikarnir heimild til at áleggja flogfeløgum at fáa viðurskiftini í rættlag og í evsta føri hava myndugleikarnir heimild til at taka loyvið aftur.

 

Poul Michelsen sigur, at í hesum døgum er samskifti ímillum føroyskar og danskar myndugleikar um um umsóknirnar frá SAS og Loganair um at sleppa at flúgva upp á Føroyar.

 

Og sostatt sigur Poul Michelsen samstundis, at enn hava feløgini ikki fingið loyvi til at flúgva, og sostatt eru endaligu treytirnar ikki settar enn.