Samráðast nú um oyggjar

Í morgun fóru trý kinesisk skip inn í økið við oyggjarnar, sum Japan hevur ræðið á, men sum Kina kannar sær. Sambært japonsku sjóverjuni er talan um trý sokallað eftirlitsskip.

Viðurskiftini millum Kina og Japan hava verið rættiliga spent teir seinastu mánaðirnar orsakað av ósemjuni um oyggjarnar, sum eru mitt í einari góðari fiskileið. Harafturat verður hildið fyri vist, at ilja er í undirgrundini við oyggjarnar.

Men okkurt bendir á, at ein loysn kanska er á veg. Í vikuni skrivaðu japanskir fjølmiðlar, at Chikao Kawai, varauttanríkisráðharri, var í Shanghai í síðstu viku og tingaðist við sín kinesiska starvsbróður, Zhang Zhijun, um oyggjastríðið, og seinni hevur japanska stjórnin váttað, at samband er millum partarnar.

Stríðið um oyggjarnar hevur elvt til sterkar tjóðskaparkenslur bæði í Kina og Japan, og tey mest víðgongdu hava mælt sínum politisku leiðarum til brúka hermegi.