Samráðingarnar fyltu næstan alt

- Árið 2018 hevur verið serstakt fyri meg á tann hátt, at eg havi roynt nógv nýtt í ár, sum eg ikki havi roynt áður, sigur Rakul í Gerðinum.

In.fo hevur sett forkvinnuni í Heilsurøktarafelagnum nakrar spurningar um nýggjárshald, góðar og minni góðar hendingar í 2018, og vit hava eisini spurt, hvat liggur fyri framman í 2019.

 

Keypir tú fýrverk?

 

- Í ár havi eg faktiskt slett einki fýrverk keypt, men yngsta dóttirin hevur sjálv verið og keypt sær okkurt smávegis at skjóta á nýggjárinum. Annars havi eg næstan á hvørjum ári keypt onkran lítlan pakka av fýrverki, tí eg havi hildið, at tað hoyrir líkasum til, tá man hevur børn. Men, tað hevur verið eitt sindur ymiskt, hvussu væl døturnar hava tímað at skotið fýrverk, og sjálv tími eg als ikki at fáast við tað. 

 

Rakul í Gerðinum heldur tað kortini vera ómetaliga vakur at síggja tær stóru rakettirnar mála luftina á midnátt gamlaárskvøld.

 

- Hetta er hugtakandi at síggja, men brestirnar leggi eg minni í, og so dálkar fýrverk eisini illa, leggur hon aftrat.

 

Hvar heldur tú nýggjár í ár, og hvat verður gjørt burturúr?

 

- Nýggjárið haldi eg heima í Vestmanna. Hjá okkum er síðsti dagur upp á nógvar mátar ein vanligur dagur, tí vit gera ikki so nógv burturúr nýggjárinum. Treyðugt so, er tað blivið nokso fast frá tí, at genturnar vóru smáar, at vit hava gjørt marsipankonfekt, og ikki fyrr enn seint um kvøldið hugna vit okkum við eini lættari máltíð, kanska við onkrum meira forkunnugum mati. 

 

Rakul í Gerðinum sigur, at tey skifta eitt sindur ímillum, hvar tey eru seinasta kvøldið í gamla árinum - um tað er hjá foreldrunum, onkrum av systkjunum ella heima.

 

- So hvørt, sum døturnar eru vorðnar eldri, tíma tær betri at fara inn í nýggja árið saman við vinfólki. Omma mín og fyrsta ommubarn hennara, systkinabarn mítt, hava báðar føðingardag nýggjársaftan. Hetta hevur altíð sett sín dám á dagin hjá okkum, hóast tað er ymiskt, hvussu nógv tær - hvør sær ella saman - hava gjørt burtur úr føðingardegnum. Tað merkir nýggjársaftan, at dagurin soleiðis eisini er føðingardagur við tí sum har til hoyrir.

 

Rakul í Gerðinum sigur, at í Vestmanna hevur verið vanligt at hava kirkjugongd seint um kvøldið nýggjársaftan, og sum barn var tað ein serlig løta at koma út úr kirkjuni beint fyri midnátt og síggja árstalið loða oman fyri Nesið og úti á Berg. 

 

- Kirkjugongdin er nógv fyrr um kvøldið nú, men tað er enn serligt fyri meg at síggja árstalið taka skap við loðandi blikkum, sum eisini prýða framvið vegunum í bygdini og niðan á oynna. Í ár verður kyndlagonga eftir gudstænastuna, og so verður bál niðri á bryggjuni. Tað vænti eg, vit fara til. 

 

Hvat var besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær í 2018?

 

- Árið 2018 hevur verið serstakt fyri meg á tann hátt, at eg havi roynt nógv nýtt í ár, sum eg ikki havi roynt áður. Eg byrjaði fyrstu ferð at venja crossfit í apríl og hangi í enn, sjálvt um tað hevur verið ringt at finna stundir til tað seinastu mánaðirnar. Ein vinkona fekk lokkað meg at koma við at svimja í Sandágerði nakrar ferðir í summar, í vetur fór eg at ganga til drama, og so var eg herfyri á einum skeiði um at læra at gera podcast eisini. Nógv av hesum nýggja havi eg gjørt saman við vinfólki, børnum og sjeikinum, og tað haldi eg hevur givið upplivingunum nakað eyka.

 

Rakul í Gerðinum vísir á, at sáttmálasamráðingarnar fyltu næstan alt størsta partin av hesum árinum, og tað var heilt sikkurt ein av teimum bestu løtunum hjá henni í ár, tá tað endiliga eydnaðist at fáa eina nøktandi semju í lag, og partarnir skrivaðu undir ein tvey ára sáttmála, sum hevur við sær stórar batar fyri allar limir í Heilsurøktarafelagnum. 

 

- At hava ábyrgdinia av at skipa fyri ráðstevnu um arbeiðsumhvørvi og lívlanga læru fyri 100 føroyskum og útlendskum gestum var eisini ein einastandandi og mennandi uppliving fyri meg á farna ári. Og so fekk eg tann heiður at vera ein av røðarunum á torginum í Vestmanna 1. mai. Hetta var eisini fyrstu ferð, eg royndi tað.

 

Og hvat var tað keðiligasta í 2018?

 

- Sum øll onnur ár havi eg havt eina blanding av góðum og minni góðum upplivingum í ár. Tað er tó ikki nøkur ávís hending, eg kann kalla tað keðiligastu í árinum. Nógv hevur sjálvandi verið strævið at fáast við í 2018, men tað er, tá samanum kemur, smáting og tað hoyrir til, tá tú tekur við nýggjum og spennandi avbjóðingum gjøgnum árið. Á ein hátt treytar tað keðiliga eisini tað stuttliga og góða, tí akkurát sum í ævintýrunum, so skalt tú eisini í tí veruliga lívinum koma ígjøgnum nakrar forðingar og uppgávur, tú skalt loysa á vegnum, áðrenn tú kemur á mál, og tað hava verið nógvar av teimum, bæði í mun til familjulív og arbeiðslív, og faktiskt eri eg glað fyri tær mongu gávurnar, sum í veruleikanum liggja í tí, at alt ikki bara gongur upp á stás allatíðina. 

 

Hevur tú sett tær nakað serstakt mál fyri 2019?

 

- Bara tað at skriva síni mál ella ynski niður á pappír, er eitt stórt stig til at náa málinum, men eg havi ikki sett mær eitt serstakt mál fyri 2019 – ikki enn í hvussu er. Mær dámar væl at arbeiða við málum fyri meg sjálva, hóast tað er ikki endiliga nakað er geri beinleiðis í samband við nýggjárið. Heldur royni eg altíð at hava nøkur langttíðar- og stutttíðarmál á fleiri økjum í lívinum, sum eg fylgi so væl, eg nú einaferð megni. Tað, sum yvirskipað hevur týdning fyri meg, sum mamma og maki í eini samansettari familju, er, at øll hava tað gott, og at øll hava tað gott saman. Og tað er ikki altíð so einfalt, men tá fólk eru góð við hvønn annan ber alt til, sigur Rakul í Gerðinum.