Samráðingarnar slitnaðar

Eftir at hava sitið og samráðst í hálvan fimta tíma eru samráðingarnar innan fíggjarheimin slitnaðar.

Starvsfólkafelag Føroysku Sparikassanna og Elektron (SFS) og Føroya Banki/Finansforbundet og Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnunum í Føroyum (AFF) hava samráðst um nýggjan sáttmála tey komandi tvey árini.
Undir hesum samráðingum kom AFF við einum ultimatum, ið var undir 2,4 % tey næstu tvey árini, men hetta kundi mótpartur teirra als ikki góðtaka.
Eftir hetta sendi Finansforbundet og SFS út fyrstu verkfallsávaringina, og stutta tíð eftir hetta kom fyrsta ávaringin um verkbann frá AFF.
Eitt møguligt verkfall kann í fyrsta lagi byrja um eina mánað.
-Vit eru vónbrotin, sigur Kent Petersen, næstformaður í Finansforbundet, og sum er samráðingarleiðari.
Hann vísir á, at føroysku fíggingarstovnarnir hava havt góð úrslit tey seinastu árini, og tí høvdu teir væntað, at hinir vóru meiri fyrikomandi. Vit kunnu ikki samráðast á hesum grundarlagi.
-Vit eru fyrireikað at fara í verkfall, men eisini at samráðast aftur. Hetta eigur tó at verða gjørt í virðing fyri hvørjum øðrum, sigur hann.
Enn eru ikki nýggjar samráðingar avtalaðar millum partarnar.
sb.