Samríkið

Nú er tað komið upp á móta at tosa um, at nakrir
føroyingar eru samríkismenn.

Hevði verið sagt, at teir vóru samríkjamenn, so var
ikki nógv at siga um tað, tí tað ber til at vera
hjá einum føroyingi. Harvið sigur maður, at hann
heldur at vit hava okkara egna ríki, og at vit eru saman
við einum øðrum ríki um ávís mál.

Hetta er í fullum samsvari við veruligu støðu
okkara. Okkara ríki hevur verið saman við Danmarkar
ríki síðan 1450, og hava bæði ríkini hvørt í
sínum lagi rætt til at stýra sínum egnu innanhýsis
viðurskiftum. Vit eru eitt kongsríki eins og Danmørk,
og hava bæði ríki skyldu til at velja sama kong og
hava felags uttanríkispolitikk, men bæði ríkini hava
eins nógv at siga tá avgerðir skulu takast um hvussu
hesin uttanríkispolitikkur skal rekast.

Men nú eru nakrir føroyingar farnir at skifta stevnu.
Teir siga, at talan ikki skal verða um tvey ríki, men um
eitt, og tí tosa teir um ríkið í eintali, so teir
siga seg vera samríkismenn.

Tað er at vóna, at menn tosa soleiðis av gáloysni.
Teir kunnu ikki hava sett seg inn í hvussu
ríkisrættarliga støða okkara er, tí høvdu teir
gjørt tað, so høvdu teir valla tikið eitt slíkt
orð í sín munn.

Tí skulu vit avtaka okkara egna ríki og gerast ein
partur av Danmarkar ríki, so fara kollveltandi broytingar
at fara fram á øllum viðurskiftum her í oyggjunum.

Her kann nógv førast fram, men rúmd er ikki fyri
øllum í einari stuttari viðmerking.

Fyrst er neyðugt at broyta stjórnarskrá Danmarkar
ríkis. Har verða Føroyar nevndar nakrar ferðir, og
er tað prógv fyri, at vit ikki eru ein partur av tí
ríki, stjórnarskráin er fyri. Nú má hetta
strikast, tí sjálvandi fara vit sum danskir
ríkisborgarar at hava somu rættindi og somu skyldir sum
allir hinir.

Ein av skyldunum er at gjalda skatt. Danskir borgarar hava
kommunuskatt og amtskommunuskat eins og vit higartil hava
havt kommunuskatt og landsskatt. Tá samríkismenninir eru
komnir á mál við stevnu síni, skulu vit eins og
allir aðrir danir gjalda beinleiðis statsskatt. Allir
teir óbeinleiðis skattirnir fara í ikki longur í
landskassan, men í statskassan.

Fiskivinnupolitikkurin fer at verða undir
fiskimálaráðnum í Keypmannahavn í tann mun hann
ikki er avreiddur til Brússel.

Er tað hetta, samríkismenn okkara hava í hyggju?

Tað verður áhugavert at hoyra teir greiða frá,
hvussu teir ímynda sær at fáa hesa kollveling sína
setta í verk.

Alt bendir á, at tað verður seinur dagur, at
føroyingar fara at lata sær hesar kostir lynda.