Tað endaði við 15-22 sigri til gestirnar úr Makedonia, eftir hálvleiksstøðuna 7-7 í EM-undankappingardystinum millum kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Makedonia. Sum heild var talan um tvíbýtt føroyskt avrik. Størsta partin av fyrra hálvleiki var leikliga avrikið á føroyska liðnum framúr, men í seinna hálvleiki kom av álvara stígur í hjá føroysku kvinnunum. Tað var serliga seinna partin av seinna hálvleiki, at tað serliga gekk illa hjá føroyska liðnum.
Føroysku málskjúttarnir í dystinum vóru Turið Arge við fimm málum, Kristianna H. Joensen við trimum málum, Marianna Geirsdóttir Eystberg við tveimum málum, Daniella Joensen við tveimum málum, meðan Eir Berg, Bára K. Hansen og Durita Jojic allar fingu eitt mál hvør.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen, frásøgumaður hjá Rás2 gjørdi við málverjan, Vivian Petersen, sum stóð sera væl í fyrra hálvleiki.
2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við toppskjúttan, Turið Arge Samuelsen, sum skoraði fimm mál í dystinum í kvøld.
3) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við føroyska landsliðsvenjaran, Dia Midjord.
Vivian Petersen og Turið Arge Samuelsen eru sera væl nøgdar við fyrra hálvleik, har føroyska liðið stendur seg væl. Turið Arge ergrar seg um gongdina í seinna hálvleiki, tí hon heldur, at føroyska liðið veruliga hevði tak á Makedonia.
Landsliðsvenjarin, Dia Midjord staðfestir tað sum ein stóran vansa, at liðið hevur ikki fingið vant so nógv við nýggju verjuskipanini. Dia staðfestir fyrra hálvleik sum eitt gott avrik, men ásannar at tapa við sjey málum var alt ov nógv.
Hoyr ein bersøgnan viðmerkjara hjá Rás2, Claus Rasmussen seta orð á føroyska avrikið HER