KÍ er einsamalt oddalið aftaná stórsigur 7-0 móti TB á heimavølli við Djúpumýru í Klaksvík, og klaksvíkingar staðfesta seg sum ein sterkan kandidat til FM-heitið.
KÍ - TB 7-0 (4-0)
1-0: Jóannes Bjartalíð br (10.)
2-0: Deni Pavlovic (13.)
3-0: Simen Sandmæl (19.)
4-0: Patrik Johannesen br (34.)
5-0: Jóannes Bjartalíð br (54.)
6-0: Boris Dosljak (60.)
7-0: Darius Lewis (76.)
TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,
og hoyr frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen sum fegnast um, at hansara menn stóðu fyri einum sannførandi avriki næstan allan dystin, undantikið eitt lítið korter í fyrra hálvleiki, har KÍ-liðið fall nakað í støði.
2) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við áleyparan hjá TB, Stefan Radosavljevic, ið hugtungur staðfestir, at hann og liðfelagarnir avrikaðu út av lagi illi, og komu nóg illa til ein málmøguleika í dystinum. Tað er hugtungt at lata 12 mál inn í tveimum dystum á rað, staðfestir Stefan Radosavljevic. 2. páskadag tapti TB 1-5 móti Skála í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.
Støðan:
NR | ||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1. | KÍ | 7 | 5 | 2 | 0 | 19:5 | 17 stig | |
2. | Skála | 7 | 5 | 0 | 2 | 11:3 | 15 | |
3. | B36 | 6 | 4 | 0 | 2 | 7:7 | 12 | |
4. | Víkingur | 6 | 3 | 1 | 2 | 11:10 | 10 | |
5. | NSÍ | 6 | 3 | 1 | 2 | 9:8 | 10 | |
6. | HB | 7 | 2 | 3 | 2 | 10:10 | 9 | |
7. | TB | 7 | 2 | 2 | 3 | 7:15 | 8 | |
8. | EB/Streymur | 6 | 2 | 0 | 4 | 9:8 | 6 | |
9. | AB | 6 | 1 | 0 | 5 | 8:15 | 3 | |
10. | ÍF | 6 | 0 | 1 | 5 | 6:16 | 1 |