Tað hevur ligið í kortunum leingi, og í dag gjørdist tað gott og væl greitt: H71 og Neistin skulu spæla FM-finalurnar í FTZ-deildini hálvan apríl.
H71 vann tryggan 31-23 (18-10) sigur á Kyndli í dag. Í Kollafirði vann VÍF 27-26 (14-15) á KÍF. Í morgin klokkan 16 spælir Neistin ímóti Team Klaksvík í Badmintonhøllini í Klaksvík. Við einum sigri eru neistamenn bert eitt stig frá at hava tryggjað sær sess í FM-finalunum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2
1) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við 19 ára gamla Andrias Fríðuson Gaard hjá H71, sum fekk møguleikan í dag, og skoraði eitt mál.
2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við veteranin hjá Kyndli, Rókur Akralíð, sum skoraði fimm mál fyri Kyndil.
3) Hoyr viðmerkjaran hjá Rás2, Claus Rasmussen taka samanum dystin millum H71 og Kyndil, og hoyr Claus meta um FM-finalustríðið í bæði FTZ-deildini og í hvonndeildini.
Støðan (Kelda: HSF) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
H71 | 20 | 536 | 494 | 42 | 31 |
NEISTIN | 19 | 503 | 437 | 66 | 29 |
KYNDIL | 19 | 477 | 463 | 14 | 22 |
VÍF | 18 | 526 | 517 | 9 | 20 |
TEAM KLAKSVÍK | 20 | 478 | 538 | -60 | 14 |
STÍF | 19 | 521 | 539 | -18 | 11 |
KÍF | 19 | 470 | 523 | -53 | 7 |