EB/Streymur/Skála er sera nær við at endurvinna FM-gullið í Betrideildini hjá kvinnum.
Við einum dreymahøggi frá Margunn Lindholm í seinna hálvleiki eydnaðist tað EB/Streymi/Skála at vinna 1-0 á KÍ. Samstundis vann HB 5-3 á ÍF/Víkingi á útivølli, og tað sendir KÍ niður á eitt fyribils triðja pláss.
Nú bert eitt umfar er eftir hevur EB/Streymur/Skála 47 stig. HB og KÍ hava 44 stig. EB/Streymur hevur pluss 59 í málmuni. HB hevur pluss 55 og KÍ hevur pluss 38.
Leygardagin klokkan 13 spælir EB/Streymur/Skála á útivølli ímóti botnliðnum, B68. KÍ og HB spæla samstundis norðuri í Klaksvík.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr stuttu samrøðurnar Petur Asbjørn Lervig hevði við venjara og spælarar hjá EB/Streymi/Skála aftaná 1-0 sigurin á KÍ á Skála.
Á ljóðfíluni hoyra vit Petur Asbjørn Lervig práta við Mathias Davidsen, venjara, Ansy Sevdal, liðskipari, Rakul Magnussen, Anna Súnadóttir Hansen, málverji, og Margunn Lindholm, sigursmálsskjútta.